Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Skopun
03-10-2016
Skopun er yngsta bygd í Sandoynni. Hóast niðursetubygd og onga jørð var liviligt har, og fólk ymsa staðni úr landinum bygdu Skopun

Á gongutúri í Skopun greiðir fróðarmaðurin Edmund Nielsen frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini, bæði søguligt og aktuelt.

Tríggjar systrar úr Íslandi hava búð í Skopun í yvir 40 ár. Teimum dáma væl ginibitan, ið er eitt sereyðkenni fyri Skopun. Heiðrun Hansen, Ingibjørg Drangberg og Kristrún Kjærbo hava eisini verið við at lata Ítrivslonina upp í Skopun, har kvinnur úr allari oynni kunnu veva, seyma, binda og annað handarbeiði tá tær hava hug.

Ein verulig veðramentan hevur tikið seg upp í Skopun seinastu 15-20 árini, og vit eru við, tá veðrarnir hjá brøðrunum Schønning og Mads Kristoffur Hentze verða flettir. Millum mongu áskoðararnar er Hallmar Winther, sum sjálvur hevur nógvar veðrar. Jóhanna Sofía Hentze greiðir frá, at kvinnurnar gera nógv burtur úr matinum tá veðrarnir verða flettir, og øll verða boðin til borðs.

80 ára gamli Tórfinnur Hansen sigur frá hugtakandi søguni um træbeinið hjá pápanum Jóan Hendrikki. Hann fekk skaða umborð á skipi sum ungur maður og misti annað beinið. Tveir skopuningar gjørdu honum eitt træbein, sum bjargaði allari familjuni. Tórfinnur, sum var yngstur av 10 beiggjum, hevur træbeinið hjá pápanum í varðveitslu.

Kristvør Kolden hevur í summar skipað fyri einum serligum átaki í bygdini, sum ferðafólk eisini hava víst stóran áhuga. Skipað varð fyri søgutúrum í bygdini, har serlig skelti vístu allar handlar og tænastur, sum hava verið í Skopun.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tær eru tríggjar systrar úr Húsavík, sum eru føddar sama dag ymisk ár, summarmáladag. Og húsfrúgvin, sum var óvanliga rík og livdi um ár 1400, hevur eisini gjørt bygdina kenda
06-05-2024
Húsavík er millum elstu bygdir í landinum. Her eru nógvar søgur og sagnir og her eru fleiri gomul hús varðveitt enn nógva aðra staðni í landinum
29-04-2024
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024