Við Tórði á túri

Við Tórði á túri við Sjógv á Strondum
17-10-2016
Við Sjógv á Strondum er helst elsti býlingur í bygdini. Her er kirkjan og her duga fólk at siga frá áhugaverdum sagnum, m.a. um trøllið við Sjógv

Jónas Berthelsen er sjóvarmaður í báðar ættir og hann greiðir livandi frá ymiskum viðurskiftum við Sjógv.

21 ára gamla Annika Christiansen og onglendingurin, Mark Sanders, búgva við Sjógv beint nú, men tey hava eina greiða ætlan um at fara aftur til Moldova, har tey hava verið við í hjálpararbeiði og missión. Men áðrenn tey fara skulu tey giftast. Annika hevur kortini ein dreym um einaferð í framtíðini at flyta aftur í heimbygdina.

Eitt nýtt kirkjuhús er bygt við síðuna av gomlu Sjóvar kirkju, og har fara tey ymisku sosialu tiltøkini hjá kirkjuni fram. Saman við dekninum Hansu Petersen vitja vit kirkjuna og nýggja kirkjuhúsið.

Niels Jacob Th. Nielsen eigur gamla handilin Sjóvarhøvda, ið er frá 1860. Har stendur alt sum tað stóð, tá handilin stongdi fyri nógvum árum síðani. Niels Jacob ætlar, at Sjóvarhøvdi í framtíðini skal verða eitt savn, so fólk kunnu vitja ein gamlan handil, sum eisini hevði reiðaravirki.

Unga parið Ninna Katrin Johansen og Carsten Bang, sum vanliga búgva í Aalborg, eru komin til Sjóvar at búgva í eina tíð. Ninna Katrin sigur, at tað var ein avtala, tá tey komu saman, at um møguleikin beyðst, skuldu tey til Strendur at búgva í eina tíð. Hon hevur barnsburðarfarloyvi nú og tey spæla bæði hondbólt við StÍF.

Selma Johansen og Pole J. Hansen eru bæði frá Sjógv, men tey hava búð longur úti á Strondum í nógv ár. Nú eru tey flutt aftur til Sjóvar og í barnaheimið hjá Selmu. Hetta eru tey fegin um.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023