- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Longu klokkan seks á morgni samlast ein rúgva av fólki til øðrvísi kropsliga venjing á Burn, ið húsast í einum stórum pakkhúsi á Sandvíkahjalla. Tey rulla dekk, draga ketur og mangt annað, sum vit ikki hava sæð áður í einari venjingarmiðstøð. Fólk eru væl nøgd, og Jákup Suni Berg, ið hevur Burn, sigur, at øll skulu kunna vera við, og tí skal tað vera so einfalt og ótekniskt sum gjørligt.
- Enn eru bøkur virðismiklar í skúlanum, tí tær hava ofta verið gjøgnum fleiri hendur, áðrenn tær koma til brúkaran, aftur ímóti lættisoppalestnaði á netinum, sigur Ólavur á Skipagøtu, varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Hann er í Bókamiðsøluni á Hjalla eftir bókum fyri skúlan. Elisabeth L. Joensen á Bókamiðsøluni sigur, at tey goyma yvir 700 plattar av bókum fyri forløg.
Tvær tær størstu byggifyritøkurnar í landinum eru á Hjalla, Articon og J&K. Á stoypivirkinum hjá J&K stoypa teir fyrstu akkerspátuna til atløgubryggjuna á Gulanum, har grótbátarnir, sum fara at flyta grótið til havnaútbyggingina í Havn, skulu leggja at. Henda havnaútbygging er størsta verkætlan, sum ein føroysk byggifyritøka hevur gjørt, sigur Per Kallsberg, fíggjarleiðari hjá J&K.
Kjartan Kristiansen, sum var býráðsskrivari í Havn tá Sandvíkahjalli bleiv vinnuøki, sigur, at fyri Tórshavnar kommunu kom økið á Hjalla ógviliga væl við.
Dugni hevur stórt virksemi á Hjalla. Har eru millum annað træverkstaður, teldustova, matstova, har nógv fólk koma inn at eta, og endurnýtsluhandilin Tinghúsið, ið er eitt væl umtókt stað at fara at keypa bíligt og øðrvísi lutir, ið annars høvdu endað á brennistøðini.
Á stóru Endurnýtlsuni hjá Brennistøðini á Hjalla koma einstakar leygardagar omanfyri 900 bilar við burturkasti, sum fólk sjálvi skilja í bingjurnar. Kári Skorá á Endurnýtsluni sigur, at sjálvt um tað nú eru 10-12 ár síðani Endurnýtslan við skiljingini kom, eru fólk ikki nóg røsk at skilja rætt bingjurnar. Men tað batnar.
Ein nýggj og nosslig go-kart breyt er á nýggjasta økinum á Hjalla, sum eitur uppi á Skarðshjalla. Smápartafelagið Sús leigar 5.000 fermetrar frá kommununi og teinurin er 600 metrar til longdar og er gjørdur við dekkum. Agnar Dahl sigur, at nú eru meira enn tveir mánaðir síðani breytin varð tikin í brúk og longu nú hava fólk frá nógvum arbeiðsplássum verið á breytini.