Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um Mikkjal á Ryggi
30-10-2017
Í dag er túrurin eftir gomlu bygdagøtuni úr Bø til Gásadals í fótasporunum hjá Mikkjali á Ryggi. Ymisk fólk siga frá fjølbroytta skaldinum

Á leiðini eftir gomlu bygdagøtuni úr Bø til Gásadals greiðir Gutti Petersen frá ymiskum viðurskiftum í sambandi við túrarnar hjá Mikkjali sum ferðalærara í hesum báðum bygdum í meira enn 25 ár.

 

Jákup Reinert Hansen, lektari, skrivaði uppgávu á universitetinum í Århus um Mikkjal á Ryggi og í tí sambandi hitti hann fleiri fólk, ið kendu væl Mikkjal, m.o. konu hansara Binu og systrina Dagmar. Saman við Heina F. Petersen í Sandavági skrivaði hann Mikkjalsbók. Jákup varð mest bilsin um, hvussu fjølbroyttur Mikkjal á Ryggi var.

 

Hóast Ria Tórgarð er fødd eftir at Mikkjal doyði, hevur hon í uppvøkstrinum hoyrt nógvar søgur um abbabeiggjan, sum eingi børn átti sjálvur og var ógviliga góður við mammu Riu. Margretu.

 

Sjúrður Poulsen var ein av teimum, ið tóku stig til standmyndina av Mikkjali í heimbygdini Miðvági. Sjúrður sigur, at Mikkjal hevur havt stóran týdning fyri heimbygdina. Tá fólk einaferð vórðu spurd, hvat tey fyrst komu at hugsa um í sambandi við Miðvág, svaraðu tey flestu, at tað var Mikkjal á Ryggi.

 

Javnaldrarnir Elinborg Joensen og Gullberg Gullfoss, ið eru 82 ára gomul, gingu í skúla hjá Mikkjali í Bø. Í sendingini siga tey frá barnaminnum í Bø.

 

 

 

Við í sendingini eru Gutti Petersen, Jákup Reinert Hansen, Ria Tórgarð, Sjúrður Poulsen, Elinborg Joensen og Gullberg Gullfoss.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023
Á fløtuni í Miðhoydølum, har Gróðurstøðin nú er, var minkagarður við 17.000 minkum. Tað vardi í 10 ár og so kom sjúka í og tað helt uppat. Vit hitta fleiri, ið arbeiddu har
03-04-2023
Býlingurin Bumshamar í Klaksvík hevur ikki bara eitt spennandi navn, men er ein spennandi býlingur og tey sum búgva her trívast væl
27-03-2023
Gamli býlingurin við Sjógv í Kollafirði er serliga kendur fyri kvæðaskaldskapin hjá sjóvarbóndanum. Nú verður arbeitt við at varðveita tað, ið eftir er av tí gamla við Sjógv
20-03-2023
Í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum 84 í Vesturbýnum er lív í frá klokkan seks um morgunin til ellivu um kvøldið. Á hesum túrinum hitta vit bæði næmingar og lærarar
13-03-2023
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023