- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Á leiðini eftir gomlu bygdagøtuni úr Bø til Gásadals greiðir Gutti Petersen frá ymiskum viðurskiftum í sambandi við túrarnar hjá Mikkjali sum ferðalærara í hesum báðum bygdum í meira enn 25 ár.
Jákup Reinert Hansen, lektari, skrivaði uppgávu á universitetinum í Århus um Mikkjal á Ryggi og í tí sambandi hitti hann fleiri fólk, ið kendu væl Mikkjal, m.o. konu hansara Binu og systrina Dagmar. Saman við Heina F. Petersen í Sandavági skrivaði hann Mikkjalsbók. Jákup varð mest bilsin um, hvussu fjølbroyttur Mikkjal á Ryggi var.
Hóast Ria Tórgarð er fødd eftir at Mikkjal doyði, hevur hon í uppvøkstrinum hoyrt nógvar søgur um abbabeiggjan, sum eingi børn átti sjálvur og var ógviliga góður við mammu Riu. Margretu.
Sjúrður Poulsen var ein av teimum, ið tóku stig til standmyndina av Mikkjali í heimbygdini Miðvági. Sjúrður sigur, at Mikkjal hevur havt stóran týdning fyri heimbygdina. Tá fólk einaferð vórðu spurd, hvat tey fyrst komu at hugsa um í sambandi við Miðvág, svaraðu tey flestu, at tað var Mikkjal á Ryggi.
Javnaldrarnir Elinborg Joensen og Gullberg Gullfoss, ið eru 82 ára gomul, gingu í skúla hjá Mikkjali í Bø. Í sendingini siga tey frá barnaminnum í Bø.
Við í sendingini eru Gutti Petersen, Jákup Reinert Hansen, Ria Tórgarð, Sjúrður Poulsen, Elinborg Joensen og Gullberg Gullfoss.