- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Túrurin út í Tindhólm er endin á heystinum hjá eigarunum. Vit eru saman við nøkrum av teimum á túrinum í Kollarurð og fáa ræsta grind, spik og eplir til døgurða frá kokkinum.
Tindhólmur er eitt sera spennandi og øðrvísi stað við einari áhugaverdari søgu. Søgnin sigur, at ein ørn tók eitt barn og fór við tí niðan í Arnatind. Tá mamman kom upp á tindin, hevði ørnin pikkað eyguni úr barninum. Lydia Laksafoss hevur í gomlum skjølum staðfest, at fólk hava búð í Tindhólmi og tí er søgnin um ørnina og barnið trúlig.
Annars eru hesi fólkini eru við í sendingini í Tindhólmi:
Erik Heinesen, sum er formaður í hagastýrinum í Tindhólmi og hevur høvuðsábyrgdina av seyðinum
Jóannes Niclasen, ið hevur verið nógv í Tindhólmi
Jørgen Niclasen, ið ofta er ferðaleiðari í Tindhólmi
Lydia Laksafoss, ið hevur granskað søgnina og funnið prógv fyri, at fólk hava búð í Tindhólmi
Randarsól Heinesen
Tóta Búadóttir