- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Á hesum túrinum hitta vit somu seyðamenn, sum vit hittu í lembingini í vár. Teir gera allir nógv burtur úr seyðahaldinum. Kortini er tað ymiskt hvussu tað roynist í ár.
Dánjal Petur Müller, bóndi á Hellugarði í Kvívík, hevði væntað sær meira av skurðinum, tí nógv gras hevur verið hjá seyðinum at etið. Kortini verður hetta ikki meira enn eitt miðal ár í vekt, sigur hann. Hann fer altíð tíðliga á fjall, tí tað heldur hann er betri fyri at fáa kjøtið at ræsna.
Í Bø hava tey eisini bíðað eftir fjallveðri. Eftir at fyrsta veðurlambið úr Kleivarhaga beint omanfyri bygdina er flett, halda teir, at tað verður eitt gott miðalár.
Hesa tíðina tosa menn eisini nógv um seyðasýningarnar, sum standa fyri framman. Erik Heinesen, bóndi í Bø, undrast á, at so nógv verður gjørt burtur úr kleyvunum, ullini og hornunum á seyðinum og minni burtur úr tí, sum hevur við kjøtið at gera. Tað er hóast alt tað alt snýr seg um, sigur Erik.
Petur Andreasen, sum hevur sín seyð í stranda haga norðanfyri Klaksvík, sigur, at hetta er eitt vánaligt ár hjá sær. Miðalvektin á lambskrovunum plagar at vera um 32 pund. Í ár verður hon ikki meira enn 28 pund. Hann hevur onga frágreiðing, tí seyðurin hevur fingið nógv gras. Ein frágreiðing kann tó vera, at tað eitt skifti í lembingini kavaði í bakkan.
Jógvan Christiansen á Skála bíðar eisini eftir fjallveðri í Miðhaganum á Skála, har hann er røktingarmaður. Hann hevur tó tikið væl av seyði og flett, og hann er væl nøgdur við úrslitið. Jógvan gevur seyðinum nógv afturat um várið og leggur seg serliga eftir at fáa tvílembur. Og úrslitið er avbera gott, hoyra vit í sendingini.
Í dag vitja flokkar úr Skála skúla hjá Jógvani og hann flettir og greiðir teimum frá. Skúlaleiðarin á Skála, Nomi Jacobsen, sigur, at tað er ikki nóg mikið at sita við einari bók í skúlanum. Næmingarnir læra nógv meira av at síggja og sleppa at nema við, tá flett verður, sigur hon.
Konan Anna Christiansen ger eisini nógv burtur úr heystinum. Hennara uppgáva er serliga at taka sær av innvølinum og gera burtur úr honum. Hon sigur, at húsfólkið etir alt av seyðinum. M.a. plagar hon at hava kips aftur við blóðpylsu. Anna matger eisini til fjallfólkið og hon ger nógv burtur úr.
Hesi fólkini eru við í sendingini:
Dánjal Petur Müller
Erik Heinesen
Tróndur Niclasen
Petur Andreasen
Nomi Jacobsen
Anna Christiansen
Jógvan Christiansen