martin_og_petur_aftur.jpg

Barnaútvarpið - Korona 10. partur

Barnaútvarp í frástøðu

Í dag tosa vit við Martin, ið hevur sent okkum mynd av útilist, sum skúlin á Argjahanri skipar fyri

 

Aðrir partar

Vit tosa um hamstara

Í barnaútvarpinum hava vit sagt, at vit fara at hava ymiskar kappingar. Seinast bóðu vit tykkum senda myndir inn av onkrum gomlum, sum tit funnu í skápinum. Vit hava fingið hópin av myndum av børnum, sum vísa gamlar pakkar av rís, sum eru útgingnir og mangt, mangt annað. Í dag fara vit at biðja tykkum gera eitthvørt kreativt við vesirullum - roynið og gerið vesirullulist. Sendið myndir inn og tit eru við í kappingini at vinna páskaregg. Eisini hava vit tosað um at hamstra, og Elin fer at práta við Beintu og Naomi, sum hava hamstara.

Telefonsamrøður, tónleikur og prát

Vit fregnast, hvat børn gera, nú tey hava frí. Jensina, Anna Fríða og Bjarki fara at greiða frá

Bamsuveiða og lutur úr Kina

Hesa ferð hoyra vit um bamsuveiðu, sum Barnabati hevur fingið í lag. Silja í Norðagøtu hevur sæð 78 bamsur í Norðagøtu og hon fer at greiða frá. Símun Hansen úr Svínioy fer at greiða frá luti úr Kina. Eisini er nýggj kapping á skránni. Her ber til at finna og uppá at gera okkurt við sokkum. Sendið inn og tit eru við í kappingini at vinna páskaregg.

Telefonsamrøða, tónleikur og prát

Vit tosa við Elsebet, sum er stødd úti í Svínoy. Eisini hoyra vit um kapping, har tað ber til at vinna páskaregg. Til ber at senda myndir inn á jonna@kvf.fo ella Elinr@kvf.fo.

Vit tosa við Jónas og Oliviu

Vit hava fingið fleiri brøv og myndir sendandi. Eitt nú fingu vit bræv frá Oliviu, sum hevur føðingardag. Jónas er í Famará, og hann fer at greiða frá, hvat hann ger um dagarnar.

Vit halda grækarismessuhald og fara at tosa í telefpm

Jóhan Bolstad Mortensen flytir fram røðu. Eisini fara vit at ringja til børn, sum hava sent inn til kapping.

Barnaútvarp við frástøðu.

Vit hoyra Bjarka syngja sín korona sang og Freiu greiða frá um violinundirvísing á telduni

Vit tosa um rørslu og at vera úti

Tað hevur stóran týdning at røra seg í hesum døgum. Sigrun Danielsen, sum er fysioterapeutur, fer at greiða frá. Martin fer at greiða frá, hvat tey gera á Sandi, nú tey ikki eru í skúla.

Óli og Anna Katrina greiða frá

Hvør vinnur páskareggið? Í dag endar kappingin, sum snýr seg um at gera eitthvørt kreativt úr vesirullum. Óli hevur sent inn og hann fer at greiða frá. Anna Katrina ger alt møguligt kreativt, nú hon hevur frí, og hon hevur fleiri góð hugskot.

Vit tosa um at savna rusk

Beinta Johannesen, sum er lívfrøðingur, fer at greiða frá, hvussu týdningarmikið tað er at rudda í náttúruni. Súsanna, sum býr í Klaksvík, hevur verið túr við familjuni, og hevur funnið nógv rusk. Sendið myndir, so eru tit við í kappingini at vinna páskaregg.