Vitan

Vitan: Fótbóltur er meira enn fótbóltur
29-04-2010
Nútíðarsøgan um heimsins yndisítrótt er meira enn 100 ára gomul

Tað byrjaði alt í 1863 í Onglandi, tá rugby fótbóltur og (association football), ella vanligur fótbóltur greinaðu seg sundur og fóru hvør sína kós, og Football Association í Onglandi varð stovnað

Báðar ítróttirnar stava frá somu rót, og hava báðar langar og fløktar greinar frá felags ættartrænum. Ein kanning gjøgnum tíðina sýnir í minsta lagi eini seks, átta ymiskar ítróttir, sum í vissan mun víkja hvør frá øðrum, men sum allar leita søguliga aftur til fótbóltin. Um hetta er rætt, er ivasamt. Í øllum førum so er tað veruleiki, at fólk hava stuttleikað sær við at sparka til ein bólt í fleiri túsund ár, og tað er eingin orsøk til at meta fótbólt sum eitt frávik frá tí meira ?natúrliga? háttinum, sum er at spæla bólt við hondunum.

Hóast tekin eru um, at bóltur hevur verið nýttur í spæli aðra staðni í verðini, so er menningin av fótbóltsspæli, sum vit kenna tað í dag, farin fram í Bretlandi. Spælið, sum blómaði í Bretsku oyggjunum úr 18. í 19. øld, hevði við sær eina rúgvu av bæði lokal- og økis-frávikum. Hesi vórðu, sum tíðin leið, samskipað og snøggað til, so hesi í dag eru reglurnar undir nútíðar fótbóltsspæli, undir rugby fótbólti og undir Gaelic football í Írlandi.

Ein broyting kom ikki í fyrr enn í byrjanini av 19. øld, tá skúlafótbóltur gjørdist siðvenja, serliga í teimum kendu ensku public schools. Tá hendi umskiftið. Í hesum umhvørvinum bar til at gera broytingar og mennandi ábøtur og snøgga um spælið.

Tá FIFA varð stovnsett í Paris í mai 1904, vóru sjey luttakandi limalond: Frakland, Belgia, Danmark, Niðurlond, Spania (umboðað av Madrid FC), Svøríki og Sveis. Týskland sendi fjarrit og gjørdist limur sama dag.

Seinast í tríati-árunum vóru 51 limir í FIFA; í 1950, eftir eitt millumbil vegna seinna heimsbardaga, var talið komið upp á 73. Næstu hálvu øldina gjørdust fleiri og fleiri eldhugað av fótbóltsspælinum. Og við árslok 2007 vóru 208 limir í FIFA úr øllum pørtum av verðini.
Í sendingini verður tosað við fótbóltsvenjararnar Bill McLeod Jacobsen og Sigfríð Clementsen um, at fótbóltur er meira enn fótbóltur.

Lurta eftir sendingini her.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Fjarstýrdi rúmdarbilurin Perseverance lendi á Mars í februar. Hann er sendur til gongustjørnuna at kanna, um tað einaferð hevur verið lív á Mars.
01-04-2021
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017