- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan
Hetta er spurningurin, ið vit seta í sendingini VItan hesaferð.
Níggju brunnar eru boraðir í Føroysku undirgrundina. Spor eftir kolvetnið er funnið, men ongastaðini verður tað mett at verða ragstrarverdugt.
Vónirnar um eitt føroyskt oljuævintýr eru fánaðar og hugsandi er, at tað fer at ganga long tíð, aðrenn nakað oljufelag torir at seta borin í føroysku undirgrundina aftur.
Men olja og gass er funnið í føroysku undirgrundini. Fleiri milliónir tunnir av olju eru í Marjun brunninum og Ann Mari brunnurin er fullur av gassi.
Hví verður hetta ikki útvunnið?
Tí føroyska jarðfrøðin er ikki so løtt at skilja. Hon passar ikki heilt einfalt ikki inn í nakran leitimyndil, ella leitimodel.
Hetta er tað, sum føroyskir jarðfrøðingar arbeiða við at skilja betur í hesum døgum.
Lurta eftir sendingini Vitan og fá meira at vita um føroysku undirgrundina og jarðfrøðina.