MBM roynir aftur at sleppa á íslendska marknaðin

MBM roynir aftur at sleppa á íslendska marknaðin
Á Mjólkarvirki Búnaðarmanna fegnast tey um, at íslendingar lova at lata sín marknað upp fyri føroyskum landbúnaðarvørum

03.02.2012 - 16:26

Mjólkarvirki Búnaðarmanna fer nú aftur at gera eina roynd at sleppa  á íslendska marknaðin við sínum vørum.

Á fundinum millum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Øssur Skarpheðinsson, uttanríkisráðharra, í Reykjavík í gjár, fekk løgmaður at vita, at føroyski landbúnaðurin longu í ár fær fulla atgongd á íslendska marknaðin.

Hóast Hoyvíkssáttmálin varð undirskrivaður í 2005, og endamálið var, at Føroyar og Ísland skuldu verða ein marknaður, hava føroyskar landbúnaðarvørur framvegis ikki fingið atgongd til marknaðin.

Meðan Ísland útflytir eini 800 tons av lambskjøti til Føroya um árið, er føroyski útflutningurin til Íslands at kalla eingin.

Eisini Mjólkarvirki Búnaðarmanna hevur roynt at sleppa á íslendska marknaðin, men til fánýtis.

Dánjal Thomsen, fíggjarleiðari hjá MBM, sigur við Útvarpið, at hann fegnast um úrslitið av fundinum í Hoyvíksráðnum. Tey fara nú at gera enn eina roynd at sleppa á íslendska marknaðin, sigur hann.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444