Ung í Føroyum: Frásøgn frá fríggjakvøldinum

Ung í Føroyum: Frásøgn frá fríggjakvøldinum
Nógv ung møttust í dag í Norðurlandahúsinum og vóru spent til at byrja stevnuna, Ung í Føroyum 2012. Luftin var full við kreativari orku, og ung prátaðu og sussaðu um, hvussu stevnan man fara at verða í ár, og hvussu hevur verið fyrr

18.02.2012 - 15:10

Mentamálaráðharri, Bjørn Kalsø, setti Ung í Føroyum í ár. Hann greiddi okkum frá um endamálið við stevnuni og um, hví tað er neyðugt ein tílík stevna er til í Føroyum. Nógv hevði Bjørn Kalsø uppá hjarta. Tey ungu skuldu vita, at vaksin kunnu ikki leggja tankar niður í tey, tí tað mugu tey sjálvi. Hann segði, at ung eru størsta tilfeingið í samfelagnum, og at mentan og list eru livæðrarnar í tí. Vit kunnu ikki vera fyri uttan ung, og tí er týdningarmikilt, at tey ungu slóða sína egnu lívsrás heldur enn at bert fylgja øðrum. Bjørn Kalsø rósti tiltakinum og fyriskiparunum og ljóðaði til at vera fegin um, at slík stevna er til í Føroyum, har ung koma saman fyri at skapa.

Aftaná hesa stuttu røðuna byrjaði framførslan hjá teimum ungu fyri tey ungu. Á tilmeldingarseðlinum til Ung í Føroyum var møguleiki at skriva seg til at sýna list á listaframsýning ella at framføra palli tað fyrsta kvøldið í stevnuni. Um tey valdu tað, so høvdu tey betri líkindi fyri at sleppa inn. Av tí sama vóru nógvar pallframførslur og fram, og øll vóru sera spent uppá at síggja og hoyra, hvat hini høvdu at bjóða uppá í kvøld. Í ár hava øll, sum eru sloppin inn á stevnuna eitthvørt at sýna fram.

Fyrsta innslag í kvøld var Laura Edit Tórhaldsdóttir og Nikolai Jensen, sum framførdu sangin “Fever”. Síðani vóru tað Kasandra Sandá Joensen, Natalia Vár Mortensen og Una Rósa Birgirsdóttir, sum vísu ein film við einari montage av myndum, leir-, og negl-hondverk. Aftaná spældi Gert Wiberg Joensen sangin “Ongin Broyting” á guitar, sum hann sjálvur hevði skrivað. Síðani var tað Jana Nielsen við “Für Elise” á klaver. Jákup D. Kjærbæk spældi “Windy and Warm” á guitara. Aftaná Jákup kom Gwenael Akira Helmsdal Carré á pallin og spældi “Trois pieces pour clarinette” eftir Stravinsky á klarinet. Kristina Clementsen las yrking upp, sum hon hevði skrivað í ár. Síðani sang Simona á Fríðriksmørk sangin “Tell Me I'm Wrong” við guitara, sum hon sjálv hevur skrivað. Aftaná hana var tað Kristianna Marnersdóttir Egholm, sum spældi á guitar og sang “Wild Horses”. Hildur Niclassen spældi eitt vakurt guitara lag. Aftaná spældi Kristian Magnus tvey cover-løg á klaver, “Party Rock Anthem” og “Rolling In The Deep”. Síðani bleiv ein stuttfilmur um ótrúskap vístur, gjørdur av Gunnbjørg Amondsen. Aftaná hetta fingu vit eina a cappella útgávu av “Annie's Song” frá Elisabeth Nygaard. Eftir hetta var ein steðgur.

Veruliga endamálið við steðginum var at hyggja at listarverkunum í forhøllini, sum vóru alt frá myndum og stanndmyndum til listahandverk. Tað var sera áhugavert at síggja, at í allari múgvuni av fólki, var ein felags kensla til staðar; ein kensla av, at okkurt nýtt og spennandi fór at henda hetta vikuskiftið. Kreativ hugskot vórðu blakað aftur og fram.

Aftaná steðgin fóru Harald Joensen og Sasho Bjartsson uppá pallin og framførdu ein stuttan skemtileik um 50 ára brúdleypsdagin hjá einum hjúnum, sum ikki vóru heilt lukkulig saman. Jón Bech og Baldur M Pais-Meitil vóru næstir við teirra egna sangi “Friendzone”, sum teir søgdu vera akkustiskur popp-tónleikur. Síðani vísti Jannik Jensen eina upptøku av einari jólaframførslu, har sangurin var um nakrar piparkøkumenn. Og so var aftur ein a cappella sangur á skránni, hesuferð sungin av Erla Drós E. Simonsen - “Lost”. Anna Katrina Danielsen og Gunn Helena Johansen vísu ein film, sum æt “Fimleikur”, sum tey søgdu vera ein “heilsufilmur”. Eftir filmin komu Andrias H. Blaasvær og Rúni Haraldson á pallin og spældu “Ave Maria” á violin og guitara. Jasmin Mote sang síðani “Jar of Hearts” við hjálp av einum back-up track. Síðani var ein teknifilmur vístur av Rakul Jensen “Animated Animal Art”. Gwenaël kom aftur uppá pallin at spæla, men hesuferð saman við Sissal Hjaltalin; tey spældu bæði eina klarinetduet eftir Poulenc. Sarita Holm Thomsen vísti okkum eina mynda-montage, sum varieraði frá býarlívi til náttúru. Aftaná hetta kom eitt øðrvísi innslag av Anton Storm Wich, sum vildi sleppa at tosa á enskum; hansara framførsla var frásøgn um sagnir og mytur í tí bygdini, sum hann var frá. Ein triðja a cappella framførsla var eftir, hesuferð av Sissal Hjaltalin og Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim, sum sungu “Into the West”. Við ukelele og sangi framførdu Magnus sigurd Fjallsá og Hugin B. Knudsen “The Lazy Song”. Rebekka Petersen sang egið lag við guitara, sum æt “Har, sum eg finni frið”. Rani Ravnsfjall var síðstur við guitara-spæli “Slowdancing in a Burning Room”.

Framførslurnar endaðu við, at Hedvig Westerlund-Kapnas takk fyri og greiddi frá mannagongdini framyvir hetta vikuskiftið. Gjøgnum alt kvøldið var týðiligt, at øll vóru í góðum lag og dámdu væl framførslurnar hjá hvørjum øðrum. Inspiratión var nokk av í kvøld. Hvat fer at henda hetta vikuskiftið, og hvat fáa tey ungu burturúr at læra frá hvørjum øðrum? Tað fáa vit at síggja sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444