- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fámjingar vilja hava tunnil
Fámjingar vilja hava tunnil
Fámjinsvegurin er hættisligur og ringur at koyra eftir, sigur bygdarráðið, sum hevur vent sær til Løgtingið og landsstýrið við málinum

Bygdarráðið í Fámjin heitir nú á løgtingið og landsstýrið um at raðfesta nýggja farleið til bygdina.
08.10.2012 - 17:28
Bygdarráðið í Fámjin heitir á Løgtingið og landsstýrið um at raðfesta eina nýggja farleið til bygdina.
- Í stuttum kann sigast um Fámjinsvegin, at hann er smalur, hevur hættislig sving, har eru ov fá víkipláss, grót ryður dagliga oman á vegin, og sum heild er vegurin sera ringur at koyra eftir, serliga um veturin, sigur kommunustýrið í Fámjin í brævi til Løgtingið og landsstýrið.
Í brævinum, sum fyrst og fremst er stílað Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, vísir bygdarráðið á uppskotið hjá Landsverki um at gera ein tunnil til bygdina.
Smalur vegur
Í heildarætlanini fyri samferðslukervið, árini 2008 til 2020, vísir Landsverk á, at farleiðin Øravík-Fámjin er ein smalur vegur, sum liggur høgt og er sera brattur, har vanta vegakslar, og um veturin kunnu vera trupulleikar.
Sum uppskot til loysn á trupulleikanum vísir Landsverk á, at á ovasta strekkinum, umleið tveir kilometrar, kann við fyrimuni gerast ein tunnil, ið er 600-800 metrar, sum fer at bøta um størstu trupulleikarnar.
Samstundis staðfestir Landsverk í stóru samferðsluætlanini, Heildarætlan 2008 til 2020, at allur vegurin treingir til dagføring.
Men farleiðin til Fámjin er ikki raðfest - hvørki í heildarætlanini ella í fíggjarlógaruppskotinum. Og tað hevur um dagarnar fingið bygdaráðið í Fámjin at heita á landsstýrið um at fáa gjørt ein tunnil til Fámjins sum skjótast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV