Býráðið í Eysturkommunu hevur skipað seg
Nývalda býráðið í Havn vil nú hava Heðin Mortensen, borgarstjóra, at kalla inn til fund skjótast gjørligt, so nýggja býráðið kann skipast
Kristin Michelsen fer 1. januar undir fimta skeið sítt sum borgarstjóri á Tvøroyri. Fýra kvinnur og tríggir menn eru í býráðnum
Borgaralistin avtalaði at fara eftir borgarstjórasessinum á Tvøroyri. Kvinnan, sum gjørdist høvuðspersónur eftir valið, verjir nú avgerðina
Ongar reglur ella fastar mannagongdir áseta, hvussu býráð skulu skipast eftir val. Tað er ein trupulleiki sigur stjórnmálafrøðingur og undirvísari
Býráðsfundurin hjá Tvøroyar býráð í gjárkvøldið, har býráðið skuldi skipa seg, mátti avlýsast, tí fundurin varð ikki viðtøkuførur
Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu lækkar 0,75 prosentstig næsta ár, men kortini verður rakstraravlopið 101 millión krónur
Tað var avtalubrot, at Anita Vibergsdóttir ikki tók av møguleikanum at vera borgarstjóri á Tvøroyri, sigur Jens Rói Sørensen
Fráfarandi býráðssamgonga í Havn bindur komandi samgongu niður, tí skattaprosentið verður lækkað, heldur nývald í býráðnum
Lækkingin í skattaprosentinum hevði verið størri, um einasta endamálið var at seta fót fyri nýggja býráðið, siga tveir limir í Fíggjarnevndini
Nýggjur borgarstjóri setur seg í stólin í Kvívík á nýggjárinum
Talið av løgtingslimum í kommunustýrunum er minni nú, enn fyri fýra árum síðani
Tórshavnar býráð hevur samtykt at lækka skattin í Havn 0,75 prosentstig. Inntøkurnar hjá komandi býráðnum minka 30 milliónir krónur
Tað er ikki óhugsandi, at Tórshavnar kommuna fer at fylgja ráðunum hjá Búskaparráðnum um at seta útreiðsluloft á bæði rakstur og íløgur
Í Vestmanna mugu tey flyta bygdaráðssalin. Eyðun Hansen situr í koyristóli, og hann varð valdur á kommunuvalinum týsdagin
Tað sigur Annika Olsen, sum verður borgarstjóri í Havn tann 1. januar 2017
Tingmanningin og landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum vóru á fundi í dag. Tey viðgjørdu innanhýsis trupulleikarnar
Nýggja umboðið hjá Framsókn í Tórshavnar býráð verður formaður í tveimum nevndum. Sí her, hvær verður formaður í teimum ymisku nevndunum
Grannskoðanin av peninganýtsluni í Tórshavnar kommunu skal styrkjast. Grannskoðanin fær víðkaðar heimildir, sigur komandi borgarstjórin
Borgarar í Tórshavnar kommunu verða settir fremst og kommunan skal framtíðartryggjast, stendur í nýggja samgonguskjalinum
Uttanflokka løgtingskvinnan finst hvassliga at Tjóðveldi og Framsókn, nú flokkarnir peika á Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum sum borgarstjóra í Havn
Men borgarstjórin fer ikki at kroysta samgonguna fyri at fáa sín vilja í Løgtinginum. Hann vil fegin hava ein tunnil til Vestmannar
Veljarar hjá Fólkaflokkinum vilja ikki hava sitandi á sær, at virðingin fyri skrivligum avtalum er so lítil
Kommunustýrið í Hvalba er skipað, og toppskorarin Janus Thomsen, skal standa á odda fyri kommununi næstu fýra árini
Vit kundu hugsa okkum fleiri sambandsumboð í ymisku kommunustýrini kring landið, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Heðin Mortensen dyrgir nú eftir at fáa Framsókn í sín part, so Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn kunnu skipa samgongu í Havn
Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð hevur bygdin Skarvanes fingið umboð í Húsavíkar kommunu
Tjóðveldi hevur ikki sannført norðoyðingar um, at flokkurin ikki er ein havnarflokkur.
Kommunustýrið í Vestmanna hevur skipað seg
Jógvan á Høvdanum, sum er valdur á lista A, kennir seg stungnan í bakið
Forkvinnan í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag vónar, at tað fer at bera til at fáa aðra samgongu í Tórshavnar býráð
Nýggi borgarstjórin í Vága Kommunu sigur, at hon telvaði seg til sessin uttan dramatikk
Brandur Sandoy heldur fram sum borgarstjóri, og Eyðvarur Petersen heldur fram sum varaborgarstjóri
Kommunustýrið í Nes kommunu hevur skipað seg
Valkvøldið var avtala gjørd um, at býráðssamgongan í Klaksvík skuldi halda fram, men endin var, at Tjóðveldi noyðist í andstøðu
Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn eru samdir um at samstarva í Tórshavnar býráð næsta valskeið
Gunvør Balle frá Tjóðveldi stendur við ta samgonguavtalu fyri býráðið í Havn, sum peikar á Anniku Olsen úr fólkaflokkinum sum borgarstjóra
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, vil ikki finna seg í, at borgastjórasessurin í Havn verður gjørdur til ein trupulleika hjá sitandi landsstýri
Fyri valið hevði Javnaðarflokkurin bæði borgarstjóra- og varaborgarstjórasessin, men nú stendur flokkurin við ongum
Nývalda býráðið hevur eisini skipað eina náttúru- og umhvørvisnevnd
Tjóðveldi ætlar ikki at verða lagt undir trýst, sigur fyrstvaldi býráðslimurin hjá Tjóðveldi í Havn
Framsókn fer ikki at hjálpa løgmanni, sigur Poul Michelsen floksformaður
Ódámligt, at Heðin Mortensen setur støðuna í landspolitikkinum í vanda, sigur Sveinur Tróndarson
Tjóðveldi hevði floksfund fyrrapartin, og har varð støðan eftir býráðsvalið í Havn eisini umrødd
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava skipað samgongu
Nýggi listin og Borgaralistin hava skipað samgongu
Tróndur Sigurðsson helt, at ein avtala var ein avtala
Tað stóð Anfinni Brekkstein í boði at fara upp í nýggju býráðssamgonguna, men hann fekk ongan nevndarsess
Nýggi borgarstjórin hevur ongar trupulleikar av at venda Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum bakið
Hóast Annika Olsen tóktist vera fegin um at gerast varaborgarstjóri fyrr í kvøld, verður hon nú borgarstjóri í nýggjari samgongu
Fólkaflokkurin fær borgarstjóran og Tjóðveldi varaborgarstjóran
Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn skipa samgongu Tórshavnar býráð
Tann, sum fekk flestar á kommunuvalinum í gjár, fekk 2.507 persónligar atkvøður. Í hinum endanum vóru 14 valevni, sum eingin atkvøddi fyri
- Eg hevði vónað, at eg kanska lá á vippuni til at sleppa inn, sigur Beinir Johannesen, sum er nýggja stjørnuskotið hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík
Í morgin verður greitt, hvussu nýggja kommunustýrið í Vági fer at síggja út. Sitandi borgarstjórin er klárur til fýra ár aftrat í sessinum
Enn er ikki vist um Kristin Michelsen, sitandi borgarstjóri á Tvøroyri, er limur í Suðuroyar Norðora Javnaðarfelag eftir rokið undan valinum
Sitandi borgarstjórin í Sørvági verður helst avloystur í borgarstjórasessinum, tá nýtt bygdaráð skal skipast
Fólkaflokkurin hevur bjóðað Javnaðarflokkinum borgarstjórasessin í Klaksvík. Sitandi samgongan situr í løtuni á fundi
Anita Vibergsdóttir, ið kom í eina lyklastøðu tá atkvøðurnar á Tvøroyri vórðu taldar upp valkvøldið, verður ikki borgarstjóri hóast alt
Kommunulistin og Borgaralistin á Tvøroyri boða frá í tíðindaskrivi, at tey eru blivn samd um samstarv. Tað er ógreitt, hvør verður borgarstjóri
Heðin Mortensen heldur fram sum borgarstjóri í Havn næstu fýra árini. Tríflokka samgongan frá farna valskeiði heldur fram
Sjálvt um kynsbýtið kring landið ikki er nógv øðrvísi enn til seinasta kommunuval, er mynstrið ikki galdandi í Havn
Veljarakanningin hjá Sosialinum vísti seg at halda. Javnaðarflokkurin misti tvey umboð
Anita Vibergsdóttir á Borgaralistanum ger av, hvør sleppur í samgongu. Hon krevur borgarstjórasessin afturfyri
Listi V gjørdist saman við lista C toppskorari í Vága kommunu.
Býráðssamgongan í Klaksvík er í kvøld afturvald
Listi A gjørdist aftur hesaferð størstur í Sjóvar kommunu við fimm av sjey umboðum
Valstýrið á Tvøroyri váttar nú, at tað stendur á jøvnum millum Javnaðarlistan og nýggja listin hjá Kristin Michelsen
Allir fýra listar fingu umboð í kommunustýrið í Eysturkommunu. Listi A fekk trý, listi C fekk tvey, listi E fekk trý, og listi F eitt umboð
Borgarstjórin, Heðin Zachariasen, bleiv greiður toppskorari í Sunda kommunu
Eingin ivi er um, hvønn runavíkingar vilja hava í kommunustýrið. Torbjørn Jacobsen fekk nógv flestar atkvøður
Tað er eingin ivi um, at Jógvan í skorini heldur fram sum borgarstjóri á Eiði. Hann hevur í kvøld sett nýtt atkvøðumet
Fýra kvinnur eru valdar í kommunustýrið í Sørvágs kommunu, meðan menninir eru tríggir í tali
Hesaferð var munurin niður til Súna í Hjøllum størri enn við kommunuvalið í 2012, tá munurin var ein atkvøða.
Kristin Michelsen vann slagið um Tvøroyrar kommunu. Brennandi spurningurin er, um tað er nóg mikið til at vinna borgarstjórasessin
Pauli Trond Petersen fekk fleiri enn 100 atkvøður afturat samanborið við valið fyri fýra árum síðani
Janus Thomsen er stóri atkvøðuslúkurin í Hvalba
Semjusøkjandi nýggi listin á Sandi fekk lítla undirtøku
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, hevur næstan tvífaldað sítt atkvøðutal, men tað er ikki vist, at hann heldur fram í sessinum
Í Skálavíkar kommunu var tað aftur hesaferð Linjohn Christiansen, ið fekk flestar atkvøður
Irdi Jacobsen bleiv greiður toppskorari á valinum í Hvannasundi
Fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen var spentur at royna eydnuna í kommunuvali
Annika Olsen hevði góðar vónir um eit gott val, tá hon fyrr í dag var og atkvøddi
Hóast lítil ivi er um, at sitandi borgarstjórin í Havn verður afturvaldur, so var tað ein spentur Heðin Mortensen, sum greiddi atkvøðu fyrr í dag
Listi B fekk fýra fólk í bygdaráðið
Á Giljanesi er uppteljingin farin í gongd, og nógv er at telja, tí vallutøkan hevur verið sera høg.
Tey eru farin at telja atkvøður á Eiði.
Fyrsti veljarin á Strondum í morgun var 93 ára gamli Georg Abrahamsen
Sitandi bygdaráðsformaður, Harry Jensen, fekk flestu atkvøðurnar
Á Selatrað er misnøgdin stór við kommununa, tí hon ikki streingir meira á fyri at fáa vegin til Selatraðar breiðkaðan
Milicia og Zelkjo, sum búgva í Klaksvík, vóru fyri fyrstu ferð á vali í dag
Tað er ikki sjálvsagt, at vit hava rættin at velja tey, sum skulu stjórna landi okkara
Tað er longu greitt, at valluttøkan í Trongisvági helst verður sera stór
527 veljarar hava atkvøðurætt á Eiði, og 19 valevni dystast um at verða vald í teir 7 sessirnar í bygdarráðnum.
Helgi Abrahamsen, journalistur á Norðlýsinum, væntar, at Jógvan Skorheim fær eitt gott val, og at Sjálvsstýrisflokkurin gongur fram í sessum
Næmingarnir á Skúlatrøð í Klaksvík valdu í gjár til næmingaráð
Kristin Michelsen hevur klipt eina áheitan frá løgmanni úr valfaldaranum hjá Javnaðarlistanum og deilt áheitanina á facebook, sum sína egnu
Barbara Gaardlykke Apol heldur, at kjakmentanin hevur stóran týdning fyri, at ungar kvinnur velja ikki at stilla upp
Klokkan 15:45 høvdu færri verið á vali í Eydnuni á Oyrabakka, enn um somu tíð seinasta kommunuval
Ætlar tú tær á val í Havn, so er best at fara til gongu niðan á Háls
594 fólk í teimum 29 kommununum í landinum stilla upp til kommunuvalið 2016. Fá yvirlit og sí øll nøvnini í greinini her
Hvussu sær títt kommunuval 2016 út? Sí myndirnar, lesarar hava sent okkum, og send okkum eisini tínar myndir her
Valluttøkan higartil er á góðari leið fleiri staðni runt landið.
Nú færri enn 100 íbúgvar eru eftir í Fámjin, minkar bygdarráðið úr fimm niður í fýra limir.
Á middegi høvdu 1,7 prosentstig fleiri veljarar verið á vali í næststørsta valstaðnum í landinum
22 ára gamla Maria Jóhannusardóttir Joensen av Toftum, ið er dóttir borgarstjóran í Nes kommunu um val og ung í politikki
Ert tú uttanlands og hevur tú áhuga fyri kommunuvalinum 2016, so kanst tú fylgja kommunuvalinum í fleiri miðlapallum hjá Kringvarpinum
Formaðurin í Javnaðarflokkinum vónar, at javnaðarfelagið á Tvøroyri sjálvt klárar at loysa ósemjuna, nú felagið á Tvøroyri er farið í tvíningar
Hóast tað ikki eru so nógvir veljarar í Fugloyar kommunu, er valluttøkan í kommununi hinvegin sera stór
Hvussu sær títt kommunuval út? Hvussu sær tað út, har tú ert? Hvat gert tú á valdegnum? Vís okkum títt val og send okkum tínar myndir
Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, vil nú hava floksleiðsluna at siga sær, um hann enn umboðar flokkin í Løgtinginum
Valstøðini um landið lata upp klokkan 10 í morgun. Her eru nøkur tøl um kommunuvalið 2016
Skulu strangari krøv setast til fíggjarstýringina í kommununum, eigur politiska skipanin avgerandi orðið, sigur deildarstjóri í kommunumálum
Landsgrannskoðanin eigur eisini at tryggja, at kommunur ikki oyðsla við pengunum, heldur Reimund Langgaard, fyrrverandi løgtingsgrannskoðari
Einki yvirskipað, óheft eftirlit er við, hvussu kommunurnar brúka sínar inntøkur
Ólavur Andreassen, bóndi, saknar ikki valstríð. Í bygdini er alt, sum tað skal vera
Ein veljari í Havn, sum varð vendur í hurðini, sleppur hóast alt á kommunuval, sigur Tórshavnar kommuna, ið gjørdi eitt mistak
Tað gekk ikki, sum ein veljari í Havn ætlaði, tá hann fór á kommunuskrivstovuna eftir atkvøðuseðlinum til kommunuvalið
Næmingar á Glasi savnaðust til valfund í høllini á Hálsi fyrrapartin. Valevnini løgdu hart fyri í stríðnum um nýggjastu veljarnar í kommununi
Er tað í lagi, at fólk, sum arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, heingja plakatir upp av Heðini Mortensen, borgarstjóra?
At hava eina hjálpsama familju er altavgerandi, tá tú flytur til Føroya. Tað heldur Godwin Sunder, sum flutti til Saltangará í 2007
Meira enn ein persónur úr øðrum londum enn teimum norðurlendsku flytur til Føroya um vikuna
Eitt nýtt fyribrigdi í valstríðnum er, at tað eru valevnir, sum skriva sítt valtilfar á enskum
Valevnini brúka alt ov rundar og breiðar orðingar í valstríðnum. Úrslitið er, at tey siga øll tað sama, og veljarin fær ov lítið ítøkiliga at vita
Innlendismálaráðið hevur sent út kunning um, hvussu sleppast kann undan, at atkvøður mugu ógildast á kommunuvalinum
Stórur spenningur er um valið millum fólk á Tvøroyri, nú sterki Javnaðarflokkurin fór í tvíningar og sitandi borgarstjóri stovnaði nýggjan lista
Valstríðið til kommunuvalið í Havn er vorðið eitt vet harðari og skitnari við einum blað, sum varð borið út í hús í Havn mikudagin
Ein av teimum stóru avbjóðingunum hjá teimum sjey kommununum í Suðuroynni er minkandi fólkatalið, sigur veljari, Valbussurin hevur tosað við
Mentamálráðið ger vart við, at tað ikki er rætt, sum sagt verður í innslagnum, at eingir upplýsingar um skúlastýrini eru at finna á heimasíðuni
Alsamt fleiri ferðafólk fegnast um at kunna vitja Saksun. Fólk í bygdini eru tó ikki líka so fegin sum útlendingarnir um vitjaninar
At valplakatir eru bíligar í dag, sæst aftur í nøgd og stødd á plakatunum, heldur Høgni Rasmussen, stjóri í marknaðarfyritøkuni Høgra
Onga aðrastaðni í Føroyum eru tríggjar kommunur so nær hvørjari aðrari sum við Skálafjørðin.
Tað tekur ikki nógv meira enn 20 minuttir at koyra úr norðastu til sunnastu bygdina á Sandoynni.
Sum løgmaður talaði Kaj Leo Holm Johannesen ímóti at byggja Tórshavnar havn út.
Er tað neyðugt og skilagott at brúka eina hálva milliard til eina og somu íløgu í tveimum støðum, sum eru 12 kilometrar hvør frá øðrum? Ja og nei.
Á Eiði er valhølið, gamla fimleikahøllin í skúlanum, ikki til at kenna aftur, nú kommunan hevur umvælt høllina. Valbussurin var á Eiði í dag.
Eysturoyartunnilin, ið kemur um sløk trý ár, fær handilsfólk í Sundalagnum at kenna seg ótrygg
Tað er tunnilin, tey tosa um í Sandoynni. Nær kemur hann og hvønn týdning fær hann, tá hann kemur - um hann kemur
Fíggingarleisturin í samband við eldraøkið er ein samanrenning av teimum roknistykkjum, har tú bæði hyggur at talinum av eldri og útisiglarum
Ein kommunal útjavningarskipan er neyðug, skulu kommunurnar í útjaðaranum røkja sínar skyldur. Tað heldur stjórin á Hagstovuni
Minsta kommunan í Suðuroynni, Fámjin, er ein av kommununum, sum er lutfalsliga harðast rakt av yvirtøkuni av eldraøkinum
Í summum kommunum er gravgangur og stríð at um sleppa í bý- og bygdarráðini. Støðan er eitt sindur øðrvísi í Skúvoy
Men Heðin Mortensen hevur framvegis nógv størstu undirtøkuna, vísir veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin
Javnaðarflokkurin verður framvegis størstur, men flokkurin missir meirilutan í Tórshavnar býráð, sambært nýggjari veljarakanning
Ymiskt er, hvat fólk nevna Føroya stórsta vatn. Hoyr her nýggja heitið, ið Flemming Niels Kristian Højgaard nýtir
Erika Hayfield, lektari, saknar kjak um børn yvirhøvur
Stórur munur er á, hvussu nógv tú rindar fyri barnaansing í kommununum
Valbussurin hjá Kringvarpinum var í Gásadali í dag
Rúna Nón Bjartalíð heldur ikki, at kommunuval er líka áhugavert sum løgtingsval
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu stóð á skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið, men málið varð tikið av skránni
Flestu liðugt viðgjørdu sjúklingar, sum eru á Landssjúkrahúsinum, hoyra til Tórshavnar kommunu
Stórur munur er á, hvussu ymisku økini í landinum eru fyri at veita teimum gomlu røkt
Misjavnt er, hvussu tað hevur gingið, síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið
Valbussurin hevur verið í Eysturoynni í dag
2293 fólk í báðum kommununum hava valrætt, og tá eru fólkini í Mykinesi tald við
Kommunusamanleggingin hevur verið góð fyri bygdina. Tað heldur fyrrverandi borgarstjórin í Oyndarfirði
Tað eru tríggjar ferðir so nógv arbeiðsleys fólk í Suðuroy enn í økinum við lægsta arbeiðsloysinum í Føroyum
Tað sigur Heri Joensen, um hann ráddi fyri borgum í Runavíkar kommunu
Útflutningvirði fyri tríggjar milliardir fóru um bryggjukantin í Fuglafirði í fjør, og tað verður tað sama í ár. Havnarfútin vil hava longri bryggju
Einans fýra kvinnur sita í kommunustýrunum í øllum kommununum við Skálafjørðin
Bústaðartrotið í Fuglafirði er so stórt, at fólkatalið í kommununi minkar. Valbussurin hjá Kringvarpinum er nú komin til Fuglafjarðar
Politikarar lova betri umstøður til ung fólk undir 18 ár, men teir vita ikki altíð hvat teir tosa um, heldur Nikkil Heinesen, námsfrøðingur
18 fólk manna kommunustýrini í økinum og nú bjóða 70 fólk seg fram at stýra kommununum
Ein samfelagsfrøðingur og ein ungmannafelagsformaður siga sína hugsan
Bóndin og smiðurin á Trøllanesi er eisini ferðaleiðari
Elin Lindenskov takkar fyri seg í Tórshavnar býráð
Viðurskiftini eru so vánalig í nógvum kommunum, at tær halda ikki lógina
Um Kristian Joensen ráddi fyri borgum í Klaksvík, hevði hann verið har fyri høg og lág, og so hevði hann eisini bygt eina multihøll, sigur hann
Ferðslan og vandin er ov stórur, tá børn ferðast í skúla- og dagstovnaøkinum í Klaksvík. Hámarksferðin má setast niður, sigur leiðari í barnagarði
Fólkatalið í Svínoy er vaksið 70 prosent
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, var gestur í Degi og Viku í kvøld
Nógv er at spara, býrt tú í eini kommunu við lágum skattaprosenti
Ongantíð hevur so nógv runnið í kommunukassarnar og úr kassunum, sum nú
Skopun hevur hægsta skattaprosent í landinum
Um Jessica Hallursdótir Joensen ráddi fyri borgum, hevði ein húkur komið afturat uttanfyri Posta
Av teimum umleið 6000 fólkunum, sum búgva í Norðoyggjunum, búgva umleið 5000 teirra í Klaksvíkar kommunu
Politisk uppstilling, kvinnulistar og bygdalistar. Stríðið um borgarstjórasessin. Áhugi og valluttøka. Valserfrøðingur greiðir frá kommunuvalinum
Valluttøkan er ikki er líka stór til kommunuval sum løgtingsval. Tað merkist eisini í valstríðnum, heldur eygleiðari
Meira enn 30 prosent av uppstillaðu valevnunum á kommunuvalinum eru kvinnur. Landsstýriskvinnan fegnast
210 kvinnur stilla upp til kommunuvalið
Hugt verður aftur á vikuna, sum fer. Í sendingini hesa ferð er Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors, gestavertur
Færri kvinnur stilla upp til kommunuvalið hesa ferð enn á seinasta kommunuvali. Tað harmar forkvinnuna í Demokratia
Í Føroyum kann tú vera valevni til kommunuvalið, sjálvt um tú ikki vil tað
LGBT Føroyar heitir á veljarar um at velja valevni, sum vilja gifta tvey av sama kyni, tá broytingarnar í hjúnabandslógini eru komnar í gildi
Sambandsflokkurin í Klaksvík hevur bara eitt valevni til kommunuvalið, ið verður um tríggjar vikur
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fekk í evstu løtu týsdagin skipað ein lista, har hann saman við øðrum er valevni til kommunuvalið
Býráðið í Fuglafirði samtykti týsdagin at byggja nýggjan skúla, ið eisini skal virka sum mentanarmiðdepil
Hvannasunds kommuna fær nýggjan borgarstjóra eftir kommunuvalið 8. november. Katrin Næs stillar ikki upp
Seks listar stilla upp til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu, teirra millum eisini ein uttanflokkalisti
Tað er eftur øllum at at døma komið óvart á hjá onkrum at verða komin á nýggja Kommunulistan á Tvøroyri
Løgmaður hevur ikki varhuga av, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, ætlar sær úr samgonguni ella úr Javnaðarflokkinum
Tað sigur Sirið Stenberg, sum er í farloyvi sum býráðslimur í Vági. Hon heldur, at vansin við samanlegging kann vera, at nærdemokratiið hvørvur
Bæði Tvøroyri og Vágur vilja vera kraftsentur í Suðuroy, men tann trætan má skúgvast til viks, heldur fyrrverandi løgmaður
Kommunuval er um 21 dagar. Stendur tað til tingmann og bankastjóra, velja suðuroyingar til eina kommunu næstuferð
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, stilar upp á Kommunulistanum til kommunuvalið
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri er ikki á vallistanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið, váttar Signar Dam, formaður í lokalfelagnum
Javnaðarflokkurin vil nú vita, um Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, stillar upp fyri flokkin á kommunuvalinum um tríggjar vikur
Rok er á Tvøroyri. Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, hóttir nú við at skifta flokk
Býráðið á Tvøroyri hevur ikki umrøtt ósemjuna á javnaðarlistanum undan kommunuvalinum, sigur Bjarni Hammer, varaborgarstjóri
Ósemja er á javnaðarlistanum á Tvøroyri. Sambært keldum skal Kristin Michelsen, borgarstjóri, hava hótt við at taka seg av listanum
Týskvøldið fæst at vita, hvussu nógv fólk stilla upp til kommunuvalið 8. november. 605 fólk stillaðu upp í 2012
Føroyingar, sum lesa og búgva uttanlands, kunnu ikki velja á kommunuvalinum týsdagin 8. november
Landsverk hevur skrivað eina vegleiðig um valplakatir fram við landsvegum. Tað verður nú strangari at heingja valplakatir upp fram við landsvegum
Torbjørn Jacobsen fer at vera fólkatingsmaður og borgarstjóri í senn, fær hann góðkenning frá kommunustýrinum í Runavík
Fær Kaj Leo Holm Johannesen boðið borgarstjórasessin í Havn eftir kommunuvalið, ætlar hann at siga tingsessin fra sær
Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, stillar upp til kommunuvalið í Havn 8. november
Vikan, har vit øll sluppu at keypa okkum avlát, og fulgfirðingar gjørdu valevnislista við óroyndum valevnum. Gestavertur: Maria Jørðdal Niclasen
Um tú ætlar tær at stilla upp á nýggjum lista í Fuglafirði, so er treytin, at tú ikki hevur verið í býráðspolitikki fyrr
Í Fuglafirði verður arbeitt við einum alternativum lista til kommunuvalið. Einum lista við fólki, sum ikki hava verið í kommunupolitikki fyrr
Aftaná kommunuvalið má samanlegging, útjavning og avmarking í dupultmandatum á politiska dagsskrá, siga løgmaður, tingkvinna og borgarstjóri
Marin Katrina Frýdal var einasti býráðslimurin, sum atkvøddi ímóti havnaútbyggingini. Hon harmast, nú uppskotið er samtykt
Nýggja lógin kemur í staðin fyri lógina frá 1972. Í minsta lagi 100 veljarar skulu vera á hvørjum valstaði
Javnaðarflokkurin hevði ikki einsamallur fingið meiriluta í býráðnum í Havn, var hátturin at gera upp eftir valið í 2012 tann sami, ið nú er á veg
Tilmælið segði í minsta lagi 175 veljarar, men i lógaruppskotinum hjá Innlendismálaráðnum er minsta markið sett at vera 100
Kommunuvalið í november verður kanska eftir nýggjari kommunuvallóg. Ein broyting er, at hvørt valstað skal hava minst 100 veljarar
Næstan onnur hvør kommuna hevur lækkað skattaprosentið í ár. Eingin kommuna hækkaði skattaprosentið
Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu lækkar hálvt prosentstig næsta ár, úr 20,25 prosentum niður í 19,75 prosent
Kommunuskatturin lækkar í Klaksvík, tí tað gongur betur enn væntað í kommununi, sigur borgarstjórin
Størsta kommunan í landinum væntar sær meira í inntøku í 2016, hóast skattaprosentið í kommununi lækkar hálvt prosent
Í kvøld fer býráðið í Klaksvík at gera av, um borgarstjórin, Jógvan Skorheim, bæði kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður
Klaksvíkar kommuna skjýtur upp fyri hinum kommunum í Norðuroyggjum at stovna felags eldraráð
Sambært tølunum hjá TAKS fekk Klaksvíkar kommuna 83,3 mió. kr. í skatti til 1.juli, 13,7 prosent meira enn í fjør
Kommunuskatturin lækkar 1,25 prosentstig næsta ár
Umsitingin í Almannamálaráðnum er í ferð við at leggja síðstu hond á uppskotini, sum skjótt verða send til hoyringar
Fólk í Hesti vilja hava Sandoyartunnilin boraðan soleiðis, at hann kemur upp í Hesi. Ger hann ikki tað, hevur oyggin onga framtíð
Levi Mørk hevur meldað seg úr Tórshavnar kommunu og er fluttur til Vágs kommunu
Miðflokkurin fer ongantíð at taka undir við, at tað skal gerast lógligt at dyrka hamp-plantur í Føroyum. Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður
Borgarstjórin í Sunda kommunu vil hava opinleika um avgerðirnar, sum verða tiknar í kommununi
Kommunuval hevur verið, og í Tórshavnar kommunu gjørdi Javnaðarflokkurin eitt rimmar val
Kommunupolitikkarin sum fólk velja oftast er ein maður, og úrslitið av valinum ígjár vísir eisini at bert fýra kommunur hava kvinnu ovast
Teir 35.488 veljararnir skulu velja tilsamans 204 kommunustýrislimir at manna bý- og bygdarráðini í tíðarskeiðinum frá 1. jan. 2013 til 31. des 2016
Kommunuvalið nærkast, men færri og færri føroyingar luttaka í politiskum arbeiði, og tað er ein trupulleiki fyri fólkaræðið
Útoyggjafelagið leggur seg nú út í málið um at leggja Húsa kommunu saman við Klaksvíkar kommunu
Fámjinsvegurin er hættisligur og ringur at koyra eftir, sigur bygdarráðið, sum hevur vent sær til Løgtingið og landsstýrið við málinum
Málið kemur fyri á býráðsfundi í Klaksvík í annaðkvøld. Fyrrverandi borgarstjórin í Húsa kommunu sigur, at málið er ikki viðgjørt í kommununi
Í Fámjins og Hovs kommunum hevur vøksturin verið ávikavist 12,2% og 11,2% samanborið við somu tíð í fjør
Størsti vøksturin er í Hvalba og á Tvøroyri
Kommunurnar hava verið skjótar at laga seg til afturgongdina í búskapinum, sigur Landsbankin
Kommunurnar í oynni hava fingið 4,7 prosent meiri í skatti í ár
Kommunustýrið í Fámjin fer ikki at spyrja Tvøroyri um samanlegging
Skotbráið er ov stutt, tí kommunuval verður í heyst, sigur Artur Johansen, borgarstjóri
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur biðið um fund við ávísar kommunur um úrslitið av fólkaatkvøðuni
Hvørki kommunustýrið ella borgarar taka undir við at leggja kommunur saman eftir leistinum, sum landsstýrið ætlar
Ferð er komin á javnstøðu í politikki, heldur Demokratia og vísir á, at 30 prosent av løgtingslimunum í dag eru kvinnur