Hov: Delmar Tausen heldur fram sum borgarstjóri

bannari
Hov: Delmar Tausen heldur fram sum borgarstjóri
Skattaprosentið í kommununi lækkar á nýggjárinum, og samstundis hækkar barnafrádrátturin
Delmar Tausen fer nú undir triðja valskeiðið sum borgarstjóri í Hovs kommunu.
 
21.12.2012 - 09:04
Delmar Tausen heldur fram sum borgarstjóri í Hovs kommunu, og Jónsvein Hovgaard heldur fram sum varaborgarstjóri.
 
Hetta er triðja skeiðið hjá Delmari Tausen sum borgarstjóri. Hann hevur sitið í kommunustýrinum í 16 ár. Hini, sum manna bygdarráðið í Hovi, eru: Niels Hammer, Bergljót Ludvig og Annika Joensen.
 
Lækka skatt og hækka barnafrádrátt
 
Kommunan hevur samtykt at lækka skattaprosentið 1. januar við einum hálvum prosentstigi, niður í 20 prosent. Samstundis verður barnafrádrátturin hækkaður, úr 5.000 upp í 6.000 kr. fyri barnið.
 
Í Hovi hevur verið arbeitt við at leggja nýggja kloakk, og tað arbeiðið er mestsum liðugt, sigur borgarstjórin.
 
Kommunan hevur eisini umrøtt at vetrarfriða bygdina. Skal tað gerast, skal avtala gerast við teir fýra hagapartarnar, sum eru, og tað fer helst at kosta eina hálva miljón kr., sigur Delmar Tausen, borgarstjóri.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860