Fútarætturin inn í Fámará-málið hesa vikuna

Fútarætturin inn í Fámará-málið hesa vikuna
Tað verður í hesari vikuni, at Búnaðarstovan fer at biðja Fútarættin hjálpa sær við at fáa Jóhan Dalsgaard og hansara fólk av festinum í Fámara
Búnaðarstovan fer í hesi vikuni at biðja fútarættin um hjálp at fáa Jóhan Dalsgaard og hansara fólk av festinum í Fámará.
 
17.07.2013 - 14:00

Jóhan Dalsgaard og Rúni Jacobsen, sum báðir sambært Fólkayvirlitinum búgva í Fámara, fingu freist til mánadagin at fara. Men í gjár fingu stjórin og umsitingarleiðarin á Búnaðarstovuni váttað, tá teir framvegis vóru í Fámara.

Húsdjór og fenaður
Jóhan Dalsgaard kærdi avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at biðja hann fara av festinum. Men Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina.

Jóhan Dalsgaard og Rúni Jacobsen eru eisini bidnir um at taka øll síni húsdjór og sín fenað av festinum.

Fær Búnaðarstovan viðhald í Fútarættinum, kann Fútarætturin heita á politiið um at hjálpa sær við at fremja úrskurðin hjá Fútarættinum, vilja fólkini framvegis ikki flyta úr Fámara.

Johan Dalsgaard kærdi eisini avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at lata Jens Hera Jacobsen í Sumba fáa festið í Fámara og bað um, at kæran fær steðgandi virknað.

Fiskimálaráðið hevur ikki tikið støðu til ta kæruna enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860