Frætt og fregnað

 
 
 

Tak niður

 
Frætt og fregnað
Um Sendingina
Savnssending
 
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Konseptið byggir á, at eitt pláss í landinum er karmur um sendingina.
 
Harafturat eru støk evni aðrastaðni kring landið, og eitt innslag er um skapandi ítriv. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum.
 
Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.
 
Slag av sending: Mentan og undirhald
Málbólkur: Øll
Sendilongd: 30 min.
Vertur: Tórður Mikkelsen
 
Redaktørar:
Jógvan Eli Dam, jed@kvf.fo og Tórður Mikkelsen, tm@kvf.fo
Samband
Um tú vilt hava samband við fólkini handan sendingina, skriva til:


tm@kvf.fo