- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Facebook stríðist nú av álvara fyri at bøta um umdømið hjá sær í kjalarvørrinum av, at ymiskar greiningarfyritøkur hava fingið hendur á fleiri upplýsingum hjá Facebook-brúkarum.
Fyrst var talan um 50 milliónir brúkarar, men nú er komið undan kavi, at talan ivaleyst er um minst 87 milliónir brúkarar. Tað skrivar DR.
Facebook hevur tí almannakunngjørt 9 nýggj átøk, sum skulu gera tað lættari hjá facebookbrúkarum at verja seg fyri misnýtslu av upplýsingum. Tað skrivar Mike Schroepfer, sum hevur evstu tøkniliga ábyrgd á sosiala miðlinum, á almenna blogginum hjá Facebook. Á blogginum ber til at lesa um nágreiniligu átøkini, sum Facebook hevur sett í verk tær síðstu tvær vikurnar.
Les eisini: Nýggj átøk á facebook: Hetta verður broytt
Niels Uni Dam, frá Nudlavirkinum, er í útvarpsstovuni og greiðr frá støðuni hjá Facebook.