- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ein svensk kanning vísir, at 46 prosent av ungum í aldrinum 8 til 14 ár tosa nógv heldur við mammuna enn pápan, tá tey eru kedd.
Umleið fimtihvør tosar antin við vinfólk ella ongan, meðan bert 7 prosent fara til pápa sín.
Morgunsendingin hevur verið á vitjan í Húsinum í Klaksvík, og har hittu vit Bjørg Østerø, Kertin Nysted og Tanju Bogdanovic, sum tosa um hetta at vera kedd, og hvønn tær fara til, tá so er.
Fimm ráð
Javnstøðunevndin í Føroyum hevur lagt fimm góð ráð, sum serliga venda sær til pápar, sum vilja hava børnini hjá sær at tosa við seg um trupulleikar. Ráðini liggja bæði á facebookvanganum hjá nevndini og á heimasíðu teirra.
Les eisini: Mammur duga betur at tosa um trupulleikar
Les eisini: Fimm góð ráð til at tosa við børn og ung