Góðan morgun Føroyar

Mammur duga betur at tosa um trupulleikar
02-10-2018
Tað sæst eisini aftur í Føroyum, at tað ofta er mamman, sum børn og ung tosa við, tá eitthvørt nívir tey, sigur sálarfrøðingur

Svensk kanning staðfestir, at børn og ung í millum 8 og 14 ár nógv heldur fara til mammu sína enn pápan at tosa, tá eitthvørt nívir tey. Hetta kennir Erling Fles, sálarfrøðingur, aftur, tá hann samanber við rákið, sum hann sær í sínum egna viðtaluhøli.

Í nógv teimum flestu førunum er tað mamman, sum kemur við barninum, nevnir sálarfrøðingurin sum eitt dømi.

Nátúrlig umsorgan

Hann heldur, at ein orsøk kann vera, at mammur frá gamlari tíð oftari vóru heima og um børnini, og at tær eisini hava tað meira nátúrliga í sær at leggja oyra til tos um trupulleikar. 

- Tað snýr seg um at tora at lata standa til og at lata barnið ella tann ungan bara vera í støðuni, heldur enn at loysa avbjóðingarnarn. Og man skal eisini tora at seta truplar spurningar, sigur Erling Fles.

Tosa við vinfólk

Morgunsendingin hevur verið á vitjan í Húsinum í Klaksvík, har Bjørg Østerø, Kertin Nysted og Tanja Bogdanovic greiða frá, hvussu tær gera, tá eitthvørt nívir. 

Tær siga allar tríggjar, at tær tosa mest við vinfólk. 

Les eisini: Tosa við foreldur ella vinfólk

Les eisini: Fimm góð ráð til at tosa við børn og ung

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024