Góðan morgun Føroyar

Skittur og fuktur eru veitsla hjá bakterium
29-10-2018
Tað týdningarmesta, tá ið umræður reinføri, er at syrgja fyri, at sum minst av skitti og fukti eru, tí tað eru bestu liviumstøður hjá bakterium

- Bestu liviumstøðurnar hjá bakterium eru skittur og fuktur, sigur Marita Debess Magnussen, granskari og eigari av kanningarstovuni, Thetis, sum hevur gjørt nakrar royndir av nøkrum lutum, sum fólk vanliga nema nógv við í gerandisdegnum.

Hon hevur kannað handtakið á hurðini inn til eitt vesi, eina fartelefon, eitt knappaborð og ein vektstong. Meðan fartelefonin og knappaborðið eru sera skitin, eru hurðarhandtakið og vektstongin ikki so bakteriufongd.

Hoyr granskaran greiða frá kanningarúrslitunum her.

Spurnarkanning

Spyr.fo hevur gjørt eina spurnarkanning um reinførisvanarnar hjá føroyingum. 

Les meira her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024