Næstan øll vaska sær um hendurnar

Næstan øll vaska sær um hendurnar
Handreinførið er týdningarmest, tá ið umræður smittu fyribyrging. Kanning vísir, at flestu føroyingar vaska sær um hendurnar, tá tey hava verið á wc
Tilvildarlig mynd
Mynd: Rúni Jákupsson  
 
29.10.2018 - 13:04

Spyr.fo hevur gjørt eina spurnarkanning um reinførisvanarnar hjá føroyingum.

Millum annað varð spurt, um tú vaskar tær um hendurnar, tá tú hevur verið á vesi, hvussu ofta tú skiftir borðlappa og hvussu ofta tú ert í bað. 

Nógv tey flestu av teimum spurdu siga seg vaska sær um hendurnar, eftir at tey hava verið á vesinum, gott og væl triði hvør sigur seg vera í bað hvønn dag, trý av fýra skifta handklæði minst einaferð um vikuna og meira enn annarhvør skiftir borðlappan fleiri ferðir um vikuna. 

kynsb._sp.1_hvussu_ofta_ert_tu_i_bad.png

Frítekst tagging: 
Caption: 
94 % av teimum 400 spurdu siga seg vera í bað dagliga ella fleiri ferðir um vikuna

Upp á spurningin um, tú vaskar hendur eftir vitjan á vesinum, siga 84 prosent seg vaska hendur, hvørjaferð tey hava verið á vesi. 

kynsb._sp.2_vaskar_tu_hendur_ta_tu_hevur_verid_a_vesi.png

Frítekst tagging: 
Caption: 
Av teimum 84 %, sum siga seg vaska hendur, hvørjaferð tey hava verið á vesinum, eru knapt 91% kvinnur og 78% menn.

Í spurnarkanningini varð eisini spurt, hvussu ofta fólk skifta handklæðið, sum familjan brúkar at turka sær um hendurnar við.

Eisini her svaraðu trý av fýra, at handklæðið verður skift minst einaferð um vikuna. 

kynsb._sp.3_hvussu_oftar_skiftir_tu_handklaedi_sum_familjan_brukar_at_turka_hendurnar.png

Caption: 
Meira enn triðihvør skiftir handklæðið fleiri ferðir um vikuna, vísir kanning frá spyr.fo

Bakteriur liva allarbest í fukti og skitti, og tí er borðlappin í køkinum ein kelda til bakteriur.

- Tað ræður um at skola lappan væl eftir nýtslu og so at leggja ella heingja hann at turka, tá tú ert liðugur at brúka hann, siga Malan Mikkelsen, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og Marita Debess Magnussen, granskari og eigari av rannsóknarstovuni, Thetis. 

kynsb._sp.4_hvussu_ofta_skiftir_tu_bordlappan_i_kokinum.png

Caption: 
Tvey av trimum spurdum siga seg skifta borðlappan í køkinum fleiri ferðir um vikuna

kynsb._sp.5_hvussu_ofta_skiftir_tu_viskistykkid.png

Caption: 
Viskustykkið verður eisini javnan skift í føroysku køkunum, tí spurnarkanningin hjá spyr.fo vísir, at trý av fýra spurdum skifta viskustykkið fleiri ferðir um vikuna

Ein annar spurningur var, hvussu ofta fólk skifta síni seingjarklæði.

Her siga serfrøðingarnir, at onki ávíst tilmæli er, men Marita Debess Magnussen segði í morgunsendingini, at hon mælir til at skifta seingjarklæði í minsta lagi einaferð um mánaðin. 

kynsb._sp.6_hvussu_ofta_skiftir_tu_seingjarklaedi.png

Caption: 
Flestu av teimum spurdu siga seg skifta seingjarklæði aðruhvørja viku

Spurnarkanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Góðan morgun, Føroyar, varð gjørd millum klokkan átta og níggju mikukvøldið 24/10-2018.

400 fólk vórðu spurd.

Úrslitið av spurnarkanningini býtt á kyn sært tú her.

Úrslitið av spurnarkanningini býtt á aldur sært tú her.

Tey ungu vita ov lítið um reinførið

Køkurin kann vera ein bakteriubumba

Skittur og fuktur eru veitsla hjá bakterium

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444