Tingmenninir í Miðflokkinum ósamdir um tunnil

bannari
Tingmenninir í Miðflokkinum ósamdir um tunnil
Tingmenninir hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, draga ikki eina línu í tunnilsmálinum
Tað er ósemja í Miðflokkinum í tunnilsmálinum.
 
09.07.2013 - 10:45

Formaður floksins, Jenis av Rana, er ikki sannførdur um, at privata loysnin hjá Kára P. Højgaard er tann skilabesta.

 

Men í gjár boðaði hin tingmaður floksins, Bill Justinussen, frá, at hann frá fysta degi hevur stuðlað Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, í at gera avtalu við eitt privat felag, sum skal gera og eiga Skálafjarðartunnilin.

 

- Eg haldi tað vera eitt bragd hjá landsstýrismanninum at hava funnið íleggjarar, sum tora at taka á seg váðan at gera Skálafjarðartunnilin. Tí eingin veit, hvat hendir í samfelagnum næstu 30 árini, sigur Bill Justinussen.

 

Óheftir serfrøïngar

Jenis av Rana hevur skotið upp at seta nakrar óheftar serfrøðingar at samanbera uppskotið hjá Kára P. Højgaard og uppskotið, sum tingfólkini Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen hava gjørt um eina almenna loysn, har sum landið stovnar partafelag at gera og eiga bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012