Út- og umbyggja læknamiðstøð

Út- og umbyggja læknamiðstøð
Eysturkommuna og ArtiCon hava skrivað undir sáttmála um at út- og umbyggja læknamiðstøðina í Gøtudali, so hon verður dupult so stór sum nú.
Jón Sigurðsson, stjóri í ArtiCon, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Mynd: Eysturkommuna  
 
25.04.2024 - 17:33

Nú ein lækni skal setast aftrat, bjóðaði Eysturkommuna seg til at betra um umstøðurnar við nøkrum fermetrum aftrat.

- Vit vænta, at vit nú hava nøktandi umstøður langa tíð frameftir, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

Talan er um eina heildarveiting frá ArtiCon og samlaður kostnaður av verkætlanini er 8,9 milliónir krónir, og eftir ætlan verður klárt at flyta inn við ársenda í ár.

Tað er Teknistovan í Gøtu, ið hevur teknað út- og umbyggingina í samstarv við kommunu, lækna og avvarðandi myndugleikar.

Hoyr samrøðu við Per Martin Gregersen, borgarstjóra í Eysturkommunu:
 

2024-04-25-Per-Martin-Gregersen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444