Framsókn vil hava almennan Eysturoyartunnil

bannari
Framsókn vil hava almennan Eysturoyartunnil
Tunnilin skal gerast eftir sama leisti sum Vága- og Norðoyatunnlin, og 200 mió. kr. skulu játtast á fíggjarlógini í sjey ár
Poul Michelsen í Framsókn fer at skjóta upp at gera Eysturoyartunnilin eftir sama leisti sum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin
Mynd: Savnsmynd  
 
21.07.2013 - 18:45

Skálafjarðartunnilin eigur at leggjast í eitt alment partafelag.

Tað heldur Framsókn, sum fer at leggja uppskot fyri løgtingið um at seta á stovn partafelagið Eysturoyartunnilin. Harumframt fer flokkurin at leggja fram eina verklagslóg, so farast kann undir arbeiðið beinanvegin.

Eftir sama leisti sum hinir undirsjóvartunlarnir

Framsókn heldur, at tunnilin skal gerast, og hann skal rekast og fíggjast eftir sama leisti sum bæði Vága- og Norðaoyatunnilin. Prinsipielt er flokkurin fyri einari privatari loysn. Men fortreytin er, at ein privatur tunnil er ein skilabetri íløga enn ein almennur - bæði hvat íløgukostnaði, fíggjarkostnaði og rakstri viðvíkur.

Framsókn metir ikki, at tað sum higartil er upplýst frá Landsstýrinum um eina privata verkætlan livir upp til hesar fortreytir. Og flokkurin fýlist á mannagongdina í sambandi við tunnilsætlanina. - Fólkaræðisliga er dulda mannagongdin í sambandi við ætlanina fullkomiliga burturvioð, sigur flokkurin.

200 mió. kr. í partapeningi

Framsókn ætlar at Partafelagið Eysturoyartunnilin skal fáa 200 milliónir krónur í partapeningi, sum verða játtaðar á fíggjarlógini yvir sjey ár. íløgan verður afturgoldin eftir sama leisti sum í Vága- og Norðoyartunnlinum. Framsókn metir, at tað fer at taka hálvt annað til tvey ár at fyrirerika almenna partafelagið.

Sostatt skal verkætlanin vera klár at bjóða ut í 2015. Sjálv tunnilsgerðin er mett at taka 3-4 ár, so tunnilin kann vera klárur at taka í nýtslu í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444