Hava pengarnar til endurgjaldið

bannari
Hava pengarnar til endurgjaldið
Pengarnir, sum Copenhagen Infrastructure Partners skal hava í endurgjaldi, verða tiknir av teimum seks milliónunum, ið Innlendismálaráðið hevur fingið játtaðar til at samráðast um sáttmála til tunnilin.
Copenhagen Infrastructure Partners skal hava eina millión kr. í endurgjaldi, og peningurin er tøkur
 
30.08.2013 - 07:46

Sunnudagin skal danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners hava eina millión krónur frá landsstýrinum sum endurgjald fyri, at sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki var undirskrivaður fyri 1. september.

Og landsstýrið hevur heimild at lata hesar pengarnar, sigur løgmaður. Pengarnir verða tiknir av teimum seks milliónunum, sum Innlendismálaráðið hevur fingið játtaðar til at samráðast um sáttmála til tunnilin.

Fær pengarnar aftur

Men landskassin fær pengarnar aftur. Sambært lógaruppskotinum hjá Innlendismálaráðnum liggur tann treyt við einkarrættinum, at felagið, sum fær einkarrættin, rindar landsstýrismanninum tað, sum hann brúkti til at fyrireika og gera sáttmálan um einkarrættin.

Gjaldið er í mesta lagi 15 mió. kr. Men tað skal ikki gjaldast, fyrr enn Eysturoyartunnilin er tikin í brúk. Í fíggjarlógini fyri 2013 eru seks milliónir krónur settar av til at fyrireika Eysturoyartunnilin, og ætlanin er eisini at játta seks milliónir næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444