Annfinn V. Hansen verður kanningarstjóri

bannari
Annfinn V. Hansen verður kanningarstjóri
Kanningarstjórin skal kanna løgmann og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann
 
19.11.2013 - 15:10

Nú er greitt, at Annfinn V. Hansen, advokatur, skal kanna handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin. Tað hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, avgjørt.

Sambært arbeiðssetninginum, sum landsstýrismálanevndin hevur orðað, skal kanningarstjórin gera eina frágreiðing til løgtingið, um ávikavist Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt.

Sí arbeiðssetningin HER

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444