ES samtykt bankasamgongu

ES samtykt bankasamgongu
Síðani fíggjarkreppuna hevur ES arbeitt við eini ætlan um at skipa ein stovn, sum skal hava betri eftirlit við evropeiskum bankum
 
15.04.2014 - 15:54

Ein stórur meiriluti í ES-tinginum samtykti í dag at skipa eina bankasamgongu í ES-londunum.

Síðani fíggjarkreppuna í 2008 eru nógvir bankar farnir av knóranum, og tí hevur ES arbeitt við eini ætlan um at skipa ein stovn, sum skal hava betri eftirlit við evropeiskum bankum.

Skattaborgarin skal ikki longur gjalda fyri húsagangin. Í staðin verður rokningin send einum felags grunni, sum allir peningastovnar gjalda í.

Higartil hava borgarar í ES goldið fyri húsagangin í bankunum, tí tað almenna gav teimum fíggjarliga hjálp. 

Nú skal ein grunnur veita bankunum hjálp, men tømist grunnurin, taka stjórnirnar í ES-londunum um endan, eins og gjørt verður nú.

Harafturat verður skipað eitt felags fíggjareftirlit, sum skal hava eitt vakið eyga við bankum, sum hava virksemi tvørtur um landamark. 

Men nýggja bankasamgongan fevnir einans um lond, sum nýta evruna sum gjaldoyra, og tí skal eitt nú Danmark, sum hevur egið gjaldoyra, taka støðu til, um tað skal vera við í samgonguni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444