Rankin til sølu

Rankin til sølu
Trotabúgvið eftir smápartafelagið Rankan á Tvøroyri lýsir nú trolaran til sølu
 
16.04.2014 - 16:07

Rankin er bygdur á Skála skipasmiðju í 1981.

Rankin, sum er 671 bruttotons til støddar, hevur 69 fiskidagar á innaru fiskidagaleið og 114 dagar á ytru leið við botntroli. 

Freistin at bjóða upp á Rankan er 29. apríl á middegi. Bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen, tilskilar sær rætt til frítt at velja og vraka millum tilboðini, ella ikki at taka av nøkrum tilboði. 

Bústjórin tilskilar eisini rætt til at samráðast við tey, sum hava boðið við tí endamáli at selja til hægstbjóðandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444