Sjey ákærur móti reiðaríi og skipara á Anitu

Sjey ákærur móti reiðaríi og skipara á Anitu
Ákæruvaldið hevur givið verjanum hjá skiparanum og reiðarínum boð um at seta 2,4 milliónir í trygd fyri bót, sakarmálskostnað og reiðsskap
Reiðarí og skipari verða ákærd fyri m.a. at ov nógv gørn standandi og fyri at blaka fisk út aftur
 
22.04.2014 - 18:27

Ákæruvaldið fyrireikar í løtuni ákæruritið móti reiðarínum og skiparanum á Anitu fyri sjey brot á kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. 

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at talan er um sjey brot á kunngerðina. 

1. - 3. ákæra:

Fyrsta brotið er, at gørnini hjá Anitu hava staðið úti longri enn 72 tímar, sum er markið fyri, nær tey skulu verða drigin inn aftur.

Skiparin hevur heldur ikki boðað Vørn frá, á hvørji knattstøðu gørnini standa, sum hann annars hevur skyldu at gera.

Anita hevði loyvi at seta 1.400 gørn, men nú Brimil var hjá Anitu, tá gørnini vórðu drigin fyri páskir, vísti tað seg, at skipið hevði heili 4.649 gørn standandi úti á Ytstabanka. Hvørt garn var 27,5 metrar til longdar.

4. - 7. ákæra:

Millum gørnini var ein trossi við svartkalvagørnum. Tað er ikki loyvt at fiska bæði eftir svartkalva og havtasku í senn. Kunngerðin ásetur, at tá lagt verður um frá einum fiskaslagi til annað, skal Vørn hava fráboðan um tað. Men skiparin á Anitu hevði ikki boðað frá hesum.

Eftirlitisfólk frá Brimli, sum kannaðu gørnini, kundu eisini staðfesta, at meskarnar í svartkalvagørnununum, vóru ov smáir.

Sambært kunngerðini um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva, so skal tað skrivast í dagbók, nær gørnini eru sett. Men skiparin á Anitu hevur ikki skrivað í dagbókina, nær gørnini eru sett.

Brimil lá hjá Anitu, meðan tey 4.649 gørnini vórðu drigin. Men eftir øllum at døma, gjørdi skiparin á Anitu av, at fiskurin, sum var í gørnunum, skuldi blakast út aftur. Men tað er ólógligt at blaka fisk út, og tí verður skiparin eisini ákærdur fyri tað. 

Óheft meting av útblakaða fiskinum

Ein óheftur metingarmaður hevur gjørt stakroyndir av gørnunum hjá Anitu fyri at meta um virðið á burturblakaða fiskinum.

Í kannaðu gørninum vóru 14,5 tons av krabba, 11,5 tons av havtasku, sum eru 277.000 krónur verd, og 1,9 tons av háva.

Reiðskapurin, sum hald er lagt á, er meira enn 1,6 miljónir krónur verdur.

Ákæruvaldið krevur trygd

Ákæruvaldið hevur givið verjanum hjá skiparanum og reiðarínum hjá Anitu boð um at seta 2,4 miljónir krónur í trygd fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á.

Um teir ikki vilja keypa reiðskapin leysan aftur, minkar kravið um trygd niður í 750-túsund krónur, og so verður reiðskapurin burturbeindur.

Tað er ikki greitt, nær málið kemur fyri í Føroya Rætti, tí har eru nógv mál á rættarlistanum. Mánadagin verður nevningating um knívsstungurnar í Norðdepli í fjørsummar, og um tvær vikur er eitt annað nevningating í sambandi við drápsmálið í Marknalíð í Havn í november í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012