Eingi hugskot um minni skatt og størri gjøld

Eingi hugskot um minni skatt og størri gjøld
Løgmaður boðar frá skattalætta og hægri avgjøldum, men Fíggjarmálaráðið hevur eingi uppskot enn
Løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eru samdir um, at skatturin hjá láginntøkum skal niður, men so noyðist landskassin at fáa pengarnar aðrastaðni
 
25.07.2014 - 07:27

Skatturin av lønini hjá teimum, sum ikki fortjena so nógv, skal niður.

Afturfyri hevur landskassin brúk fyri fleiri pengum frá brúkaragjøldum og øðrum avgjøldum.

Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við Vikublaðið mánadagin.

Men hvørji gjøld, hann hugsar um, kundi hann ikki siga við blaðið.

Tí landsstýrið hevur í løtuni eingi uppskot um nýggj brúkaragjøld ella hækkað avgjøld, og heldur ikki um skattalætta. 

Og tað fer landsstýrið heldur ikki at hava, tá løgmaður heldur røðu sína í løgtinginum týsdagin, ólavsøkudag. 

Eingi hugskot enn

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum umsitur skatt og avgjøld, sigur við Útvarpið, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki enn nakað uppskot um skattalækking og nýggj brúkaragjøld ella hækkað avgjøld.

Hugskotsskráin, sum embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum nú hava arbeitt við í meira enn eitt ár, er ikki liðug. 

13.juni í fjør segði Jørgen Niclasen, at ein embætismannabólkur var settur at gera uppskot um skatta- og avgjaldspolitikk, sum skuldi leggjast fyri landsstýrið í fjør heyst.

Men hugskotini eru ikki liðug enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860