Trygd: Nógvir skaðar fyrra hálvár

Trygd: Nógvir skaðar fyrra hálvár
Úrslitið er versnað sjey milliónir kr.
Janus Thomsen er stjóri í Trygd
 
29.08.2014 - 09:13

Trygd hevði 3,8 mió. kr. í avlopi eftir skatt fyrra hálvárið.  Úrslitið var sjey milliónir krónur betri í fjør.

Janus Thomsen, stjóri í Trygd, sigur, at nógvir skaðar merktu fyrra hálvárið, ikki stórir skaðar, men nógvar miðalstórar skaðar. Skaðarnir í ár eru 2058. Teir vóru 1651 í fjør.  

Bruttoskaðaendurgjøldini hækkaðu úr 20,9 mió.kr. í fjør upp í 27,8 mió.kr. í ár. 

Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum minkaðu úr 44,6 mió. kr. í fjør niður í 41,9 mió. kr. í ár. 

Eginognin hjá Trygd, sum BankNordik eigur, var slakar 80 mió. kr. tann 30.juni. Partapeningurin er 40 milliónir krónur. 

Felagið metir, at nettoúrslitið fyri alt árið 2014 verður um átta til tíggju mió. kr. 

Eins og Tryggingarfelagið Føroyar hevur Trygd varnast, at útlendsk feløg, umvegis meklarar, royna at gera seg galdandi á føroyska marknaðinum. Enn er tó bara talan um tryggingar fyri vinnuvirki og skip.

Lógarbroytingin frá 2010 loyvir eisini føroyskum tryggingarfeløgum at selja tryggingar og tryggingartænastur í Danmark. Í løtuni hevur Trygd tó ongar ítøkiligar ætlanir um at virka í Danmark í 2014. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012