KÍ kvinnurnar steypavinnarar

KÍ kvinnurnar steypavinnarar
Við einum máli í seinasta minuttinum av dystinum, eydnaðist tað KÍ kvinnunum at vinna steypafinaluna 2014
Steypavinnarar 2014
Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir  
 
30.08.2014 - 18:37

Besta kvinnuliðið hjá KÍ er steypavinnari 2014. Tað er greitt, eftir at tær vunnu 1-0 á HB á Tórsvølli, har steypafinalan hjá kvinnum varð spæld. 

Longi sá annars út til, at neyðugt fór at vera við longdari leiktíð, tí ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk KÍ sigursmálið. Sigrid Jacobsen legði inn fyri, og innskifta Hervør Olsen setti høvdið á bóltin, sum fór fram við málverjanum og í málið til 1-0. 

Tað var so mikið lítið eftir av dystinum, at dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð lítla løtu seinni, og KÍ kvinnurnar kundu fegnast, meðan vónbrotið var týðuligt í andlitunum á HB kvinnunum, sum onkursvegna vóru farnar at tevja longda leiktíð. HB hevði annars ein risa møguleika at leggja seg á odda í dystinum, tá Heidi Sevdal rakti stongina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949