Team Klaksvík fingið viðhald

Team Klaksvík fingið viðhald
Aganevndin hevur gjørt niðurstøðu í málinum, og hevur givið Team Klaksvík viðhald í kæruni um at Kyndilhevur brúkt ólóligan leikara
Team Klaksvík
Mynd: Teamklaksvik.com  
 
30.10.2014 - 11:52

 

Úrskurður er nú komin í málinum, har Team Klaksvík kærdi Kyndil fyri at hava brúkt ólógligan leikara í 1. umfari, tá liðini møttust í Havn. Tað skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Aganevndin hevur gjørt niðurstøðu í málinum, og hevur givið Team Klaksvík viðhald í kæruni. Niðurstøðan kann lesast her.

28. september leiktu Kyndil og Team Klaksvík dyst í bestu hondbóltsdeildini, og við avgerðini hjá Aganevnini vinnur Team Klaksvík dystin.

Málið snýr seg um, at leikarin, Rune Olsen, stóð á dómaraseðlinum og leikti í dystinum.  

Men ikki fyrr enn 03.10.14, - altso 5 dagar eftir dystin, sendir venjarin hjá Kyndli, Hjalmar Klein Olsen, teldupost til umsitingina hjá HSF, har hann biður um at fáa flutt spæliloyvið hjá Rune Olsen úr donskum felagi til Kyndil. 

Umsitingin eftirkannar dómaraseðilin fyri henda dystin, og har  framgongur, at leikarin stendur á dómaraseðlinum, at hann hevur spælt og skotið eitt mál.

Kyndil førir fram, at talan var um dyst, sum Kyndil vann greitt 32-18, har ivi ongantíð var um úrslitið og at hesin leikarin spældi seks minuttir seint í dystinum. 

Í svarinum frá Aganevndini stendur, at feløgini sjálv skulu tryggja sær, at leikari hevur leikrættindi fyri felagið. Og hesa skyldu hevur Kyndil ikki hildi. 

At leikarin møguliga ikki hevði ávirkan á dystarúrslitið, metir Aganevndin ikki vera viðkomandi í tílíkum máli, og vísir til reglurnar

Spæliloyvið hjá leikaranum var ikki í Kyndli, tá dysturin varð leiktur, og sostatt var leikarin ólógligur, stendur í niðurstøðuni.

Avgerðin kann kærast til dómsnevndina hjá Hondbóltssambandinum innan 14 dagar. Men tað kostar at kæra, - krónur 500, stendur í svarinum frá Aganevndini.

Sostatt vinnur Team Klaksvík dystin 0-0.

VÍF nýtti somuleiðis ólógligan leikara í fyrsta umfari hjá fyrstu deild. Talan var um dystin móti StÍF á Skála. VÍF verður somuleiðis dømt at tapa hendan dystin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012