Tórshavnar Kommuna møtti ikki á fund við lærarar

Tórshavnar Kommuna møtti ikki á fund við lærarar
Eingin frá Tórshavnar Kommunu møtti upp, tá fundur skuldi vera um framtíðar Vesturskúlan mikudagin
Lærarar frá Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum fóru so nakkalangir av aftur einum fundi, sum teir skuldu hava við Tórshavnar Kommunu mikudagin
Mynd: Savnsmynd  
 
28.11.2014 - 09:51

Lærararnir í Venjingarskúlanum og Tórshavnar Kommunuskúla fóru so nakkalangir av aftur einum fundi, sum skuldi vera mikudagin um at leggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan saman í Vesturskúlan.

Eingin frá Tórshavnar Kommunu kom á fundin. Tað skrivar Skúlablaðið.

Mentamálaráðið heitti á skúlaleiðslurnar um at boða til fundar. Endamálið við fundinum var, at umboð fyri kommununa skuldu greiða lærarunum frá, hvussu gongst at fyrireika byggingina, og nær Vesturskúlin verður liðugur.

Eftir at hava bíðað 35 minuttir, uttan at nøkur boð vóru komin frá kommununi, fóru lærararnir av fundinum, sigur lærari, sum Skúlablaðið hevur tosað við.

Ætlanin við fundinum var eisini at samansjóða lærararnar í Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum.

Í báðum skúlunum fyrireika tey seg at gerast ein skúli. Bólkar eru skipaðir, har lærarar arbeiða við ávísum økjum.

- Vit vilja fegin verða tikin upp á ráð, og tí fóru vit øll spent á fundin mikudagin, sigur lærarin við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418