Hondbólturin nógvar altjóða avbjóðingar í 2015

Hondbólturin nógvar altjóða avbjóðingar í 2015
Hóndbóltssambandið vil menna føroyskan hondbólt nógv meira, og hevur tí meldað fleiri ungdómslandslið til altjóða kappingar.
U-20 landsliðið hjá Føroyum vann IHF Trophy-kappingina í Andorra í ár
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
19.12.2014 - 11:41

Hondbóltssambandið hevur meldað lið til allar tær stóru altjóða kappingarnar fyri ungdómslandslið í 2015.

HSF sigur í tíðindaskrivi, at hetta er liður í málinum, har føroyskur hondbóltur skal luttaka støðugt og framhaldandi á altjóða pallinum á jøvnum føti við okkara grannalond.

 

U17 EM undankapping í Føroyum í marts

HSF hevur vunnið rættin at hýsa bólki 2 í U17 EM undankappingini hjá kvinnum, sum verður í mars.

Í lutakastinum endaðu Føroyar í bólki saman við Russlandi, Kekkia og Íslandi.

Endaspælið verður í Makadonia 13. - 23. august 2015. Dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn.

 

U21 mennirnir til Grikkalands í januar

Í januar 2015 skal U21 manslandsliðið luttaka í HM undankappingini, sum verður spæld í Grikkalandi í døgunum 9. og 10. januar. 

Føroyar eru í bólki 8 saman við Serbia og vertslandinum.

Vinnarin kemur víðari í endaspælið, sum verður í Brasil 19. juli til 2. august. 

 

U19 kvinnurnar til Litava

Í apríl skal U19 kvinnulandsliðið til Litava at spæla EM undankapping. Føroyar eru í bólki 2 saman við Noreg, Kekkia og Litava.

Tvey lið fara víðari til sjálvt endaspælið, sum verður í Spania í døgunum 23. juli til 2. august 2015.

 

U19 mennirnir til European Open í Svøríki í summar

Eins og undanfarnu árini fara Føroyar í ár at luttaka í European Open, sum er ein stór altjóða kapping, sum verður spæld í Gøteborg í Svøríki. 

Kappingin verður í døgunum 29. juni til 3. juli 2015.  Tær flestu av teimum fremstu hondbóltstjóðunum luttaka.

Fleiri av leikarunum, sum luttóku í somu kapping í 2013 hava aldur at luttaka aftur í ár. Føroyska liðið gjørdist nr. 16 av 22 liðum í 2013.

 

Íslandssamstarv

HSF er í ferð við at menna samstarv við HSI fyri teir eldru úrvalsbólkarnar, U16 (1998/99) og U14 (2000/01) gentur og dreingir.

Í tí sambandi er ætlanin at hittast árliga, annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt ár í Føroyum.

Fyrstu ferð verður í Íslandi í mei 2015.

 

Men´s InterContinental IHF Trophy 2015 í heyst

Tá U21 manslandsliðið í mei í ár, í Andorra, vann IHF Trophy Europe kappingina, spældu teir seg samstundis víðari til Interkontinentala IHF Trophy Finaluumfarið, sum verður spælt á heysti í 2015.

Hóast kappingin ikki er liðug enn, hava fleiri enn 80 lond kring allan heimin longu kappast um tey 5 plássini í finaluni.

Føroyar og Tahiti hava higartil tryggjað sær pláss í endaspælinum. Enn er ikki kunngjørt hvar endaspælið verður.

 

A-landsliðini

HSF hevur sum málsetning, at A-landsliðini hjá monnum og kvinnum skulu hava spennandi uppgávur í 2015.

Grundleggjandi hevur HSF lagt áherðslu á, at gera tingini í rættari røð, soleiðis at at tað ber til fíggjarliga og umsitingarliga at lofta ítróttarligu ætlanunum, og á tann hátt tryggja framhaldni soleiðis at altjóða luttøkan hjá føroyskum hondbólti verður støðug og reglulig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860