SNP vinnur stórsigur á parlamentsvalinum

SNP vinnur stórsigur á parlamentsvalinum
Veljarakanning vísir, at skotski loysingarflokkurin fær 45 av teimum 59 sessunum, sum Skotland eigur í parlamentinum í London
 
27.12.2014 - 09:21

Skotski loysingarflokkurin, SNP, tapti fólkaatkvøðuna fyrr í ár, men stendur sambært seinastu veljarakanningunum til at vinna stórsigur á parlamentsvalinum í Bretlandi í mai.

59 av tinglimunum í Vestminster verða valdir í Skotlandi. SNP eigur í dag seks av teimum, men stendur til at fáa 45 tinglimir í London, sambært einari veljarakanning, sum ICM og The Guardian hava gjørt.

SNP var fyri 10 árum síðani ein lutfalsliga lítil flokkur, men er í dag størsti flokkurin í Skotlandi, og kann á valinum í mai eisini gerast ein týðandi flokkur í Vestminister.
 
Tað er serliga arbeiðaraflokkurin Labour, sum stendur til at missa atkvøður og sessir til SNP.

Labour hevur søguliga havt størri undirtøku í Skotlandi enn Konservativi flokkurin, men kann sambært veljarakanningini missa 31 av sessunum, sum eru valdir í Skotlandi.

Og tað er ein trupulleiki í Bretlandi. Tí floksformaðurin í Labour flokkinum, Ed Miliband, hevur lítlan møguleika fyri at vinna á sitandi forsætisráðharra, David Cameron, og flokki hansara, uttan skotsku atkvøðurnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444