Arbeiðsloysið í Føroyum óbroytt

Arbeiðsloysið í Føroyum óbroytt
Í desember var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 883 fólk, svarandi til 3,2%. Tað eru eitt fleiri enn í november men 265 færri enn fyri einum ári síðan
Arbeiðsloysið í Føroyum stóð í stað frá november til desember. Tó eru færri føroyingar arbeiðsleysir nú í mun til fyri ári síðan
 
26.01.2015 - 14:19

Í 2014 minkaði arbeiðsloysið nakað meir hjá monnum enn hjá kvinnum. Frá desember í 2013 til desember í 2014 minkaði arbeiðsloysið hjá monnum úr 516 í tali, ið eru 3,5%, niður í 343, ið eru 2,3%.

Hjá kvinnum minkaði arbeiðsloysið úr 628 í tali, ið eru 5,0%, niður í 541, ið eru 4,3%. Sostatt minkaði arbeiðsloysið hjá monnum við 173 og hjá kvinnum við 87, skrivar Hagstovan.

Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 898 fólk í talið ella 3,3% í desember 2014. Hetta eru 48 fleiri enn í november 2014 men 273 færri enn í desember 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902