Meiriluti fyri at gera forkanningar

Meiriluti fyri at gera forkanningar
Skansabryggjan í Havn er komin eitt fet nærri veruleikanum eftir býráðsfundin í gjárkvøldið. Meirilutin feldi uppskotið um at kanna aðrar møguleikar
Tíggju býráðslimir atkvøddu hóskvøldið fyri at játta seks milliónir krónur til projektering og forkanningar. Skansabryggjan er komin eitt fet nærri veruleikanum
 
30.01.2015 - 08:34

<p>Tíggju býráðslimir atkvøddu fyri at játta seks milliónir krónur til projektering og forkanningar. Og tey samtyktu eisini uppskotið um byggiskrá. Tjóðveldisfólkini í býráðnum atkvøddu ímóti.</p>

<p>Meirilutin feldi eisini uppskotið hjá tjóðveldisfólkunum um fyrst at kanna aðrar møguleikar at byggja góðshavn í kommununi, eitt nú á Sundi. Upplýst varð á býráðsfundinum, at skal arbeiðið at byggja Skansabryggjuna bjóðast út í ár, skal projekteringin byrja nú.</p>

<p>Uppskot um avtalu um projektering er longu gjørt saman við Landsbyggifelagnum, so arbeiðið kann bjóðast út í innbodnari lisitatión.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444