Mutabor skal gera uppskot um almenna talgilding

Mutabor skal gera uppskot um almenna talgilding
Dánjal Pauli Haraldsen í Havn eigur smápartafelagið Mutabor, sum Gjaldstovan nú fer at samráðast við um sáttmála
 
04.03.2015 - 08:41

Smápartafelagið Mutabor skal gera Gjaldstovuni eina strategi um, hvussu tænastur hjá tí almenna skulu talgildast.

Fyri tað skal felagið hava 650.000 kr. 

Hóast tað skuldi kunngerast seinasta fríggjadag, varð tað ikki fráboðað fyrr enn í gjár á Keypsportalinum, hvør vann kappingina um verkætlanarstarvið hjá Gjaldstovuni.

Í útboðnum taldi tímalønin 50 prosent í vektingini, og førleikar, útbúgving og royndir taldu hina helvtina.

Fýra umsóknir

Dánjal Pauli Haraldsen í Havn eigur smápartafelagið Mutabor, sum Gjaldstovan nú fer at samráðast við um sáttmála.

Fýra umsóknir komu til verkætlanarstarvið.

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, Marjun Hanusardóttir, stjóri á Løgmansskrivstovuni, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, Bjarni Askam Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, Ólavur Ellefsen í Vinnuhúsinum og Eyðun Christiansen, skrivari í Kommunufelagnum, viðgjørdu umsóknirnar og avgjørdu, hvør skuldi fáa starvið. 

Vanliga verður eisini upplýst á Keypsportalinum, hvør annar enn tann, sum vann útboðið, bjóðaði, men tað er ikki gjørt í hesum førinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444