9.400 harur skotnar í 2014

9.400 harur skotnar í 2014
1.200 mans skutu tilsamans meira enn 9.400 harur í fjør. Raskastu haruskjúttarnir í Føroyum vóru í eini bygd í Norðstreymoy, nú 2014 gjørt upp
Tilsamans 9.400 harur vórðu skotnar á 1.123 túrum í 348 hagapørtum kring landið í 2014, vísir uppgerð fyri 2014
 
05.03.2015 - 11:56

Meira enn 1.200 mans skutu harur í Føroyum í fjør. Tað vísir yvirlit í nýggju frágreiðingini, Haruveiðan í Føroyum 2014, ið er kunngjørd á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Tilsamans 9.400 harur vórðu skotnar á 1.123 túrum í 348 hagapørtum kring landið í 2014, skrivar Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, ið hevur gjørt frágreiðingina.

Vestmenningar raskast

Raskastir vóru vestmenningarnar í Útihaganum á Bjørgum. Teir fingu 214 harur, sum teir skutu á 11 túrum. Teimum á baki komu sørvingarnir í Norðurtriðingi, norðaraparti - teir fingu 203 harur á 14 túrum.

Kanningin vísir, at í fjør vórðu flestu harurnar skotnar í Streymoynni; tilsamans 3.924 harur, sum svarar til slaka helvt av øllum harunum. Hetta er umleið tað sama sum í 2013 og 2012.

Umframt at greiða frá haruveiðuni í Føroyum í fjør, verður eisini í frágreiðingini greitt frá tíðarskeiðinum, tá loyvt er at skjóta harur í Føroyum og hvussu hetta tíðarskeiðið er broytt síðani 1881.

Kunna um úrslitini á harukvøldi

Aftast í frágreiðingini er listi, sum vísir úrslitini frá hvørjum einstøkum av teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gingnir í 2014, skipaður eftir oyggj, bygd, hagaparti og dato.

Mikukvøldið, 11. mars verður alment harukvøld í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Har fer Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, at greiða frá úrslitunum fyri haruveiðina og frá søguligum tilfari um haruveiði í Føroyum.

Tveir royndir harumenn, Jógvan Durhuus og Petur Højgaard, fara eisini at greiða frá haruskjóting í Vestmanna mikukvøldið í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949