1.000 danir við skipi at fylgja sólarmyrkingini

1.000 danir við skipi at fylgja sólarmyrkingini
Princess Seaways hjá DFDS, sum siglir úr Hollandi til Newcastle í Onglandi, verður fullfermd av ferðafólki, tá kósin verður sett móti Føroyum
 
11.03.2015 - 14:06

20. mars fara 1.000 ferðafólk at fylgja sólarmyrkingini uppi yvir høvuðsstaðnum, við Hotel Føroyar, og sjónvarpslið frá BBC og CNN fara at gera tað sama á flagtekjuni á hotellinum.

Ritzau skrivar, at Princess Seaways hjá DFDS, sum siglir úr Hollandi til Newcastle í Onglandi, verður fullfermd av ferðafólki, tá kósin verður sett móti Føroyum.

885 keypt ferðaseðil

Bara í Danmark hava 885 fólk keypt sær ferðaseðil við Princess Seaways, sigur Erik Fey frá Hjørring Rejsecenter, sum hevur leigað skipið saman við føroyingum.

- Fólk eru púrasta býtt í hesum. Tey, sum hava upplivað sólarmyrking áður, rinda jú í dýrum dómum fyri at sleppa at uppliva tað aftur. Og líkindi eru fyri góðum veðri, tí forsøgnin lovar hampiliga nógva sól, sigur hann við Ritzau.

Ferðafólkini, sum koma við Princess Seaways, fara at uppliva sólarmyrkingina við Hotel Føroyar, sigur Erik Fey, sum metir, at tey verða eini 1.000 í tali - ja, og so sjónvarpsliðini hjá BBC og CNN á flagtekjuni afturat.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774