Holland: Útlendingar skulu taka integratiónsroynd

Holland: Útlendingar skulu taka integratiónsroynd
Einki í lógunum hjá ES forðar fyri, at útlendingar sum búgva fast í Hollandi, skulu taka sonevndu integratiónsroyndina
 
05.06.2015 - 10:12

Tað sigur ES-dómstólurin, sum hevur viðgjørt málið.

Í 2010 gjørdi stjórnin í Hollandi av, at fólk úr øðrum londum, sum ætlaðu at búseta seg í landinum, skuldu til sonevnda integratiónsroyn, fyri at fáa endaliga loyvið.

Stríð tók seg upp um, um útlendingar sum høvdu búsett seg í Hollandi fyri 2010, skuldu til eina slíka roynd.

Grønt ljós frá ES-dómstólinum

Fleiri, sum høvdu búð nógv longri í Hollandi, avgjørdu at leggja málið fyri dómstólin í Hollandi, sum síðani spurdi seg fyri hjá ES-dómstólinum.

ES-dómstólurin er komin til ta niðurstøðu, at einki er til hindurs fyri, at fólk verða biðin um at koma til eina slíka roynd.

Men dómstólurin leggur dent á, at fólk sum eru komin til Hollands fyri 2010, og ikki standa royndina, kortini ikki skulu missa rættin at verða verandi í Hollandi.

Nú fer so rætturin í Hollandi undir at viðgera sakarmálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012