Russland umhugsar boykotta Ísland

Russland umhugsar boykotta Ísland
Russland umhugsar nú at nokta Íslandi at flyta fisk til Russlands gjøgnum ES
 
31.07.2015 - 09:21

Tá Russland í fjør setti forboð fyri at innflyta matvørur, eisini fisk, úr ES og Noregi, gjørdist russiski marknaðurin sera áhugaverdur hjá Føroyum og Íslandi, tí tey bæði londini eru undantikin innflutningsforboðnum.

Men nú skrivar heimasíðan FishUpdate við tíðindastovuni Itar-Tass sum keldu, at Russland umhugsar at nokta at keypa íslendskan fisk, sum kemur gjøgnum ES til Russlands.

Sambært russisku matvørumyndugleikunum er størri møguleiki fyri skjalafalsi, tá fiskur kemur gjøgnum ES til Russlands. 

Russar stúra, sum skilst, fyri, at fiskur úr ES kemur til Russlands sum íslendskur fiskur.  

Ísland verður skuldsett fyri ikki at ansa nóg væl eftir skjølunum, sum koma við fiskinum gjøgnum ES til Russlands.

Av 40 heilsuváttanum, sum fylgdu við fiski úr Íslandi, var bara ein váttan íslendskt upprunaskjal, siga russisku heilsumyndugleikarnir.

Ísland noyðist tí at taka sær um reiggj, skal landið sleppa undan innflutningsforboði.  

Føroyar eru ikki nevndar í greinini hjá FiskUpdate. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444