Taraframleiðsla í Fámjin skal ikki hava útlát

Taraframleiðsla í Fámjin skal ikki hava útlát
Felagið Tari ætlar at fáa streym úr Kirkjuvatni við vatnmyllu
Fámjin.
 
02.05.2024 - 13:19

Málið er, at taraframleiðslan í Fámjin skal vera uttan útlát.

Tað sigur Agnes Mols Mortensen, stjóri í felagnum Tari, sum vil framleiða streym úr Kirkjuvatni við eini vatnmyllu.

- Vit hava nú funnið út av, hvussu hetta kann gerast, uttan at ávirka umhvørvið við Kirkjuvatn, sigur Agnes Mols Mortensen.

 

Agnas Mols Mortensen.

 

Fyri at vatnmyllan kann framleiða streym, skal vatn takast úr Kirkjuvatni. Vatnstøðan kann minka, soleiðis at flora og fauna í vatninum og kring vatnið verða ávirkað.

Men tað ber til at tryggja, at hetta ikki hendir, sigur Agnes Mols Mortensen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02052024_Taravirki_i_Famjin

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV