Landsstýrismaðurin bíðar eftir svari úr Íslandi

Landsstýrismaðurin bíðar eftir svari úr Íslandi
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, bíðar framvegis eftir svari frá íslendska starvsfelaganum í málinum um Næraberg
Hóast Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyri tveimum vikum síðani endar brævið til íslendska starvsfelaga sín við orðunum "fyri Næraberg og okkum í Føroyum hevur málið bráðskund," er einki svar komið úr Íslandi
 
06.08.2015 - 09:05

Hóast Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyri tveimum vikum síðani endar brævið til íslendska starvsfelaga sín við orðunum "fyri Næraberg og okkum í Føroyum hevur málið bráðskund," er einki svar komið úr Íslandi.

Í brævi til íslendska fiskimálaráðharran, Sigurð Inga Jóhannsson, tann 23. juli biður Jacob Vestergaard ráðharran viðgera alt málið um Næraberg av nýggjum. Men einki svar er komið úr Íslandi, sigur Jacob Vestergaard.

Landsstýrismaðurin: Brot á Hoyvíkssáttmálan

Næraberg slapp í summar ikki í íslendska havn eftir grønlendskum fiskimonnum. Næraberg slapp heldur ikki at taka menninar umborð uttan fyri íslendska 12 fjórðinga markið.

Hetta er brot á Hoyvíkssáttmálan, sigur Jacob Vestergaard. Sáttmálin sigur, at Ísland kann ikki gera mun á føroyingum og íslendingum. Ísland kann heldur ikki geva Nærabergi ólagaligari viðferð enn grønlendskum skipum.

Útvarpið hevur til fánýtis, bæði skrivliga og munnliga, roynt at fingið eina viðmerking frá íslendska fiskimálaráðnum um framferðina móti Nærabergi.

SÍ EISINI Næraberg steðgaður

Men greitt er, at Ísland brúkar eina lóg, sum loyvir myndugleikunum har at leggja forðingar fyri føroysk skip, so sum Nærabergi, sum fiska makrel í grønlendskum sjógvi.

Lógin sigur, at útlendsk skip, sum fiska úr felags stovnum, sum eru bæði í íslendskum sjógvi og í øðrum sjógvi og sum Ísland ikki hevur avtalu um við onnur lond, sleppa ikki í íslendska havn uttan í neyðstøðu.

Ein slíkur stovnur er makrelstovnurin. Ísland er ikki við í avtaluni millum strandarlondini um makrel. Lógin sigur eisini, at skip, sum lógin umfatar, skulu ongar tænastur fáa í Íslandi og heldur ikki innan fyri íslendska 200 fjórðinga fiskimarkið. Hendan lógin er brúkt móti Nærabergi í ár og í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863