Óvissa um sess í Fólkatinginum

bannari
Óvissa um sess í Fólkatinginum
Samgongusamráðingarnar á Gamla Apoteki kunnu fáa týdning fyri, hvør skal umboða Tjóðveldi í Fólkatinginum
Hvør skal manna sessin hjá Tjóðveldi í Fólkatinginum? Tann spurningurin er aftur aktuellur eftir úrslitið á løgtingsvalinum 1. september
 
07.09.2015 - 12:36

Í løtuni røkir Magni Arge fólkatingsessin fyri Tjóðveldi. Hann varð valdur á løgting á valinum 1. september og fer ikki at røkja báðar sessirnar.

Avgerðin um fólkatingsessin hjá Tjóðveldi bíðar til samráðingarnar um nýtt landsstýrið eru lidnar og landsstýrið mannað.

Hvør skal manna sessin hjá Tjóðveldi á fólkatingi? Tann spurningurin er aftur aktuellur eftir úrslitið á løgtingsvalinum 1. september.

Ikki báðar sessir samtundis

Tjóðveldi hevur sagt, at eingin sleppur at umboða flokkin bæði á løgtingi og á fólkatingi samstundis. Í løtuni røkir Magni Arge fólkatingsessin fyri Tjóðveldi.

Hann var næstvaldur á tjóðveldislistanum á fólkatingsvalinum 18. juni. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, var fyrstvaldur. Men tá Høgni Hoydal bað um farloyvi, tók Magni Arge sæti á fólkatingi.

Týsdagin í síðstu viku varð Magni Arge valdur á løgting við 440 atkvøðum. Tí er greitt, at Magni Arge má víkja annan sessin. Á fólkatingsvalinum fekk Magni Arge 1.082 atkvøður.

Sjálvur sigur Magni Arge í dag, at samráðingarnar á Gamla Apoteki um nýggja samgongu kunnu fáa týdning fyri, hvør skal umboða Tjóðveldi á fólkatingi, kemur flokkurin í landsstýrið.

Røkir fólkatingssessin fyribils

- Fyribils verði eg sitandi á fólkatingi til landsstýrið er mannað, og so fáa vit at síggja, um tað er nøkur orsøk at gera broytingar í umboðanini á fólkatingi, sigur Magni Arge. Aðrar viðmerkingar hevur hann ikki í dag.

Á fólkatingsvalinum 18. juni vórðu Høgni Hoydal, Magni Arge, Kristina Háfoss, Sirið Stenberg og Annita á Fríðriksmørk fimm tey fremstu á tjóðveldislistanum. Tey vórðu eisini øll vald á løgting 1. september.

Næsti maður á Tjóðveldislistanum á fólkatingsvalinum var Tórbjørn Jacobsen. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Høgni Hoydal, formanni í Tjóðveldi, áðrenn tíðindasendingina á døgverða.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012