Kunnu lesa til pedagog á Fjarlestrardeplinum

Kunnu lesa til pedagog á Fjarlestrardeplinum
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, fegnast um, at tað nú ber til at taka eina útbúgving aftrat í Suðuroynni
 
23.09.2015 - 10:39

Nú fer at bera til at lesa til pedagog á Fjarlestrardeplinum í Vági.

Depilin hevur fingið samstarv í lag við UCC-Nord í Danmark, og neyðugt verður ikki at fara av landinum fleiri ferðir um árið í sambandi við lesturin.

Útbúgvingin verður skipað sum fjarlestur og og undirvísing á Fjarlestrardeplinum í Vági. Fjarundirvísing verður fimm vikuskifti hvørja lestrarhálvu, umframt fjarundirvísing ein dag um vikuna. Eisini verður undirvísing í Vági, har undirvísarar á UCC-Nord koma á Fjarlestrardepilin. 

Eisini merit-útbúgving

Umframt vanligu pedagogútbúgvingina, er eisini fingið samstarv í lag við UCC-Nord um merit-útbúgving. Tað merkir, at fólk við drúgvum royndum á barnagarðsøkinum kunnu taka pedagogútbúgving sum merit-útbúgving.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, fegnast um, at tað nú ber til at taka eina útbúgving aftrat í Suðuroynni.

- Hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin og møguleikarnar hjá fólki at støðast í oynni, sigur Dennis Holm. Hann vísir á, at útbúgvingin er ikki bert fyri suðuroyingar, men fyri fólk í øllum landinum.

Meiri fæst at vita um útbúgving á www.fjarlestur 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012