Fleyr góða byrjan

Fleyr góða byrjan
Fleyr vann í kvøld 3-0 á KÍF í fyrsta dystinum í landskappingini hjá kvinnum
 
06.10.2015 - 23:13

Fleyrkvinnurnar vístu í kvøld, at tær helst aftur í ár verða við í FM-stríðnum.

Tær vunnu fyrsta landskappingardystin í kvøld. Fleyr vann 3-0 á KÍF. Settúrslitini: 25-22,25-23 og 25-14

Jøvn sett.

Hóast heimaliðið vann við trimum settum móti ongum, so var talan um ein javnan dyst.

Fyrsta settið var merkt av, at liðini skiftust um at fáa rættiliga nógv stig á rað. Munurin var tí til tíðir stórur.

Móti endanum av settinum kom KÍF sterkt aftur og vann næstan leiðsluna aftur.  

Anna Sára Skaalum hjá Fleyr avgjørdi tó settið við tveimum góðum servum.

KÍF kann iðra seg

Annað sett átti KÍF at tikið, tí tær vóru mitt í settinum frammanfyri 14-8 og seinni 20-15. 

Men tá fór Anja Danielsen í Fleyr, sum mest er kend fyri hørðu smashini, aftur at serva, og hon gavst ikki, fyrr enn Fleyr hevði vunnið seg fram um 23-21.

Fleyr vann at enda settið 25-23, og henda hvøkkin kom KÍF ikki rættiliga yvir, tí í triðja setti vóru tær bara við í byranini, tá ið tær vóru á odda 4-0. Eftir hetta fór Fleyr avstað við fullari ferð og blásti KÍF av vøllinum.

KÍF bæði átti og skuldi vunnið hetta settið, men tá ið tær ikki megnaðu at binda fyri, mistu tær flogið.

Fleyr kann gleða seg um góðu byrjanina og hevur higartil víst, at tær helst verða drúgvar hetta kappingarárið.

Hinvegin kann eisini væl hugsast, at KÍF fer at gera um seg, tí hóast 0-3 tap, so var talan um tættan dyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537