Taka nú avgerð um endurgjaldskrav skal reisast

Taka nú avgerð um endurgjaldskrav skal reisast
Býráðið á Tvøroyri fer nú at avgera um kommunan skal senda rokning fyri útreiðslurnar, kommunan hevði tá drotningavitjanin varð av ongum í summar
Avlýsta drotningavitjanin í summar kostaði Tvøroyri 46.000 krónur. Í kvøld fer býráðið at avgera, um endurgjaldskrav skal reisast
 
14.10.2015 - 13:15

Býráðið á Tvøroyri fer í kvøld at avgera, um kommunan skal senda rokning fyri útreiðslurnar, sum kommunan hevði í sambandi við ætlaðu vitjanina hjá drotningarhjúnunum í summar.

Kommunan brúkti 46.000 kr. í sambandi við vitjanina, sum bleiv av ongum, tí hon skuldi vera samstundis sum fólkatingsvalið var.

SÍ EISINI Vitjar kortini ikki nú: Drotningavitjanin útsett

Sama dag, sum drotningin og prinsurin skuldu vitja á Tvøroyri, boðaði borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, frá, at landið eigur at rinda kommununum, sum hava havt útreiðslur av vitjanini, endurgjald, nú vitjanin varð útsett við so lítlum skotbrái.

Í dag sigur Kristin Michelsen, at tað veldst um, hvat býráðið sigur í kvøld, um rokningin hjá kommununi verður send.

SÍ EISINI Kanna kostnaðin fyri útsetta drotningavitjan

Sambært yvirliti, sum Útvarpið fekk frá Løgmansskrivstovuni góðan mánað eftir, at vitjanin varð avlýst, kostaði avlýsta drotningarvitjanin landskassanum 54.000 kr.

Umframt Tvøroyri fyrireikaðu tríggjar kommunur seg til at taka í móti drotningini og hennara fólki í juni. Tær eru Hvalba, Sandur og Tórshavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659